Um gott 03-tíðina í nátt gjørdi løgreglan ferðkanningar á Marknagilsvegnum í Havn.
Her er loyvt at koyra 50 kilometrar um tíman, men her varð ein ungur bilførari máldur at koyra 129 kilometrar um tíman.
- Hetta er meira enn tað tvífalda av tí, sum loyvt er at koyra á hesum vegastrekki, og bilførarin misti koyrikortið á staðnum, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.
Lagt verður aftrat, at málið ikki er endaliga liðugt enn, men tá koyrt verður so skjótt, er lítið at ivast í, at bilførarin, sum annars var edrúur, noyðist at taka alt koyrikortið av nýggjum.
Í slíkum føri missir tú koyrikortið á staðnum, sum løgreglan rópar tað. Alt eftir umstøðunum, kann vera, at bilførarin sleppur at koyra bilin til hús, men tað er ikki vist.