Verður tú tikin fyri at hava trý vápn ólógliga, er dómurin umleið seks mánaðar í fongsul. Tað er tó galdandi í Danmark, í Føroyum er revsingin væl linari. Í Føroya rætti nú seinnapartin fekk ein maður 5.000 krónur í bót fyri at hava tríggjar riflur, sum hann ikki hevði loyvi til at hava.
Hann tók við bótini.
Maðurin hevur siglt í Grønlandi tað mesta av sínum lívi. Hann átti sjálvur hesar tríggjar riflurnar, sum altíð hava fylgt honum, og tá hann er farin av einum skipi yvir á annað, hevur hann tikið riflurnar við. Tað er vanligt í Grønlandi at hava riflur umborð á skipi fyri at kunna skjóta kóp og fugl at eta.
Í 2005 fór hann við skipi sín til Føroya, har skipið fór á beding, og síðan fór skipið í Barentshavið. Maðurin valdi at taka riflurnar heim, meðan teir vóru í Barentshavinum. Og gott tað sama, tí meðan teir fiskaðu í norskum sjógvi, kom norska vaktartænastan umborð og legði hald á skipið. Tað hevði einki við riflurnar at gera, men maðurinv var fegin um, at riflurnar ikki vóru umborð tá.
Riflurnar vóru liggjandi uppi á ovasta lofti heima hjá manninum, til onkur meldaði hann fyri góðum tveimum árum síðan. Hann hevði einki lóður, og riflurnar brúkti hann ongantíð í Føroyum.
Nú eru byrsurnar ikki hansara, tí politiið legði hald á tær, og tær verða saðaðar av um tvøran.










