Tá ið Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin tosa um politiskt samstarv, er tað ikki Sjúrð Skaale, tey tosa við.
Tað sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, við FM1 í gjár.
Sjúrður Skaale, sum er fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, sigur annars í grein í Sosialinum í gjár, at treytin fyri, at Javnaðarflokkurin aftur kann fara í samgongu við Tjóðveldi, er, at Tjóðveldið tekur kravið um loysing frá Danmark í næsta valskeiði, av skránni.
Hann sigur, at Tjóðveldi veit, at hetta fer Javnaðarflokkurin aldrin at góðtaka og tí er hetta í roynd og veru tað sama sum at siga verandi samgongu upp.
Les meiri um tað her: Tí sleppur Tjóðveldi ikki í samgongu aftur
Les greinin hjá Sjúrði Skaale:Veljarin tók loysingina av skrá
Vit hava tosað við formannin í Tjóðveldi, Høgna Hoydal. Hann hevur onga viðmerking til tað, sum Sjúrður Skaale skrivar. Men hann sigur at spurningurin um samstarv millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi verður viðgjørdu við leiðsluna í Javnaðarflokkinum.