Hetta verður “forboðið” á ólavsøku

Ein skikkur, sum helst er líka gamal sum ólavsøkan sjálv, gongur ikki í ár

 

 

 

Á ólavsøku í ár, skulu vit drekka úr hvør sínum glasi. Tað sigur Pál Weihe, læknafrøðigur korona-ráðgevari hjá myndugleikunum.

Í sambandi við veitslur og kanska serliga á ólavsøku hava føroyingar ein heilt serliga sið, og tað er, at øll drekka snaps úr sama glasi. Talan er bæði um góða gamla durasnapsin, og undir einum borðhaldi er eisini vanligt at skonkja, og mangan er tað eisini úr sama glasi. Og tey, sum ganga oman eftir og niðan eftir Áarvegnum, á ólavsøku plaga at bjóða fólki snaps og tá drekka øll úr somu fløsku.

Men Pál Weihe sigur, at tað skulu vit heilt avgjørt ikki gera á ólavsøku hesa ferð. Hann sigur, at drekka fleiri av sama glasi, ella av somu fløsku, kann tað heilt avgjørt vera ein máti at smitta fólk við korona upp á.

Summi siga, at alkohol drepur korona-virus, tað er tí at vit spritta okkum um hendurnar. Men har er eingin hjálp at fáa, tí Pál Weihe sigur, at tað skal sterkari lútur til enn so til at gera av við virus.

Vanligt rúsdrekka er eini 40 prosent, men spritt skal vera minst 70 prosent fyri at gera av við virus, sigur hann. Tí eru hyggjuráðini, at vit øll hava hvør sítt glas at drekka úr, sigur Pál Weihe.