- Tað hevur stóran týdning at fáa ein góðan start og tí er hetta øgiliga harmiligt.
Tað heldur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, og landsstýrismaður í fiskivinnumálum, nú Sonja Jógvansdóttir brádliga segði seg úr Javnaðarflokkinum.
Hann heldur, at hetta kann geva fólki eina keðiliga fatan av hesi nýggju samgonguni. Hinvegin hevur hann fult álit á, at CEF samgongan er virkisfør og at Sonja Jógvansdóttir fer at stuðla samgonguni.
- Tað eigur at bera væl til, tí vit hava eitt samgonguskjal at halda okkum til, og tað hevur Sonja Jógvansdóttir tikið undir við.
Tí er Høgni Hoydal púra sanndførdur um, at samgongan er fult virkisfør og fær loyst tey málini, vit hava sett okkum fyri.
Hinvegin ásannar hann, at í fleiri málum krevjast samráðingar við aðrar flokkar, og onnur tingfólk, um at finna sterkjar semjur.
- Tað, sum nú hevur týdning, er at samgongan fótar sær og beinanvegin setir hol á arbeiðið at loysa tey mál, vit hava sett okkum fyri. So mugu vit síggja, hvussu tað fer at ganga, sigur hann.
Høgni Hoydal sigur, at fyri Tjóðveldi var tað ikki tann avgerandi spurningurin um málið um at broyta hjúnabandslógina varð felt í samgonguskjalið, ella ikki.
- Tað, sum hevur størstan týdning er, at málið verður loyst, sigur hann.
Hann hevur einki havt ímóti at tað var landsstýrið, sum legði tað fram. Men hann hevur avgjørt heldur einki ímóti at tingfólk úr fleiri flokkum, leggja tað fram, bæði tingfólk úr samgongu og tingfólk úr andstøðu.
- Eg ivist ikki í, at fleiri tingfólk úr samgonguni høvdu viljað verið við til at leggja málið fyri Løgtingið, sigur Høgni Hoydal.