Hetta skal íslendski forsetin gera í Føroyum

Hann skal vitja støð og hitta fólk í Vágum, í Havn, í Eysturoy og í Norðoyggjum

Nú er greitt, hvat íslendsku forsetahjúnini skulu síggja, og hvønn tey skulu hitta, nú tey koma til Føroya at vitja mitt í mai.

 

Tað er í døgunum 15. til 19. Mai, at Aksel V. Johannesen, løgmaður, er vertur fyri íslendska forsetanum, Guðni Th. Jóhannesson, og forsetafrúuni, Eliza Jean Reid og í tí sambandi er lat soleiðis til rættist, at tey skulu vitja í Vágum, í Havn, í Eysturoy og í Norðoyggjum

 

Mánadagin verður vitjað í Vágum, har íslendski forsetin fær høvið at síggja Musikkskúlan, Hiddenfjord, Gásadal og Krígssavnið.

 

Týsdagin heldur forsetin sjálvur ein almennan fyrilestur á Fróðskaparsetrinum og mikudagin verður móttøka fyri honum í Løgtinginum og í Tinganes, og síðani verða løgmaður og løgmansfrúan vertir fyri veitsludøgurða.

 

Hósdagin 18. mai verður vitjað millum annað í Christianskirkjuni og á Bakkafrost í Runavík, áðrenn tíðindafundur verður umborð á Brimli á veg til Havnar.

 

Íslendsku forsetahjúnini fara av landinum aftur fríggjamorgunin 19. mai.

 

Við at trýsts á skjalið longur niðri, sært tú tað fullfíggjaðu skránna fyri føroyaferðina, hvar íslendsku forsetahjúnini skulu ferðast, hvat tey skulu síggja og hvønn tey skulu hitta