Kaj Leo Holm Johannesen mælir í nýggjársrøðuni til, at føroyingar fara at kjakast um, hvørt Føroyar skulu taka ímóti flóttafólki úr kreppuraktum økjum.
Hetta segði løgmaður um málið í nýggjársrøðuni:
“Ongantíð áður í nýggjari tíð hava fleiri flóttafólk flýggjað. Ongantíð áður hava vit sæð so ráan óndskap á netinum og á sjónvarpsskíggjanum. Og ongantíð áður hava so nógvar bønandi hendur toygt seg ímóti vesturheiminum.
Tíðin er búgvin til eitt orðaskifti um, hvør okkara leiklutur á humanitera økinum skal vera.
Tað er okkara skylda at veita medmenniskjunum hjálp. Vit byggja okkara grundvøll á kristin virði. Í Mattheusar evangeliinum stendur: “Eg var svangur, og tit góvu mær at eta; eg var tystur, og tit góvu mær at drekka; eg var ókunnigur, og tit hýstu mær.”
Spurningurin er, um vit áhaldandi bara kunnu gera okkum dælt av rættindunum í altjóða samfelagnum og ikki taka skyldurnar á okkum.
Tað snýr seg um næstar okkara, sum noyðast at flýggja frá øllum, tey eru góð við, tí kríggj ella forfylging hóttir tey, har tey eiga heima. Eg veit, at avbjóðingin er stór. Eg veit, at fyrireikingarnar bæði eru umfatandi og drúgvar. Men kunnu vit loyva okkum at lata neyðarrópini standa ósvarað?
***
Eg veit, at føroyingar eru hjartagóðir, og fleiri felagsskapir gera eitt megnar sjálvboðið hjálpararbeiði burturi í heimi. Her heima útinna felagsskapir, samkomur og kirkjulið dagliga eitt stórt arbeiði. At hjálpa hvør øðrum er ein partur av okkara siðaarvi, og vit læra okkara børn, at tað er gott at geva.
Í heyst vóru 5000 “Christmas Child” skóeskjur sendar úr Føroyum, tá ið føroysk børn lótu fátækum, rumenskum børnum jólagávu. Við nærlagni og umhugsni pakkaðu smáar barnahendur gávulutir í eskjurnar. Okkara børn lótu - og tey fingu eisini. Tey lótu smáar gávulutir og fingu tilvitskuna um, hvussu vælsignað vit eru, og hvussu ússalig kor onnur hava. Vit eiga ikki at taka okkara góðu kor fyri givið. “