Hetta sømir seg ikki fyri Tórshavnar Býráð

Meirilutin í býráðnum hevur rent seg í mótvind í royndini at fremja eina kollveltandi broyting

Pedagogfelagið tekur ikki undir við ætlanunum hjá Tórshavnar býráð um at umskipað dagstovnaøkið, soleiðis sum ætlanin nú fyriliggur.

Tað ger Pedagogfelagið púra greitt í dag.

Meirilutin í Tórshavnar Býráð ætlar at gera kollveltandi broytingar á dagstovnaøkinum.

Í hesum sambandi er ætlanin at leggja allar teir 37 dagstovnarnar í kommununi, saman í fimm eindir, sum so skulu hava hvør sín eindarleiðara. Eindarleiðarin skal so vera millumlið ímillum umsitingina í býráðnum og leiðslurnar á teimum einstøku stovnunum. 

Hetta fer at kosta 3,5 milliónir, men afturat tí er ætlanin at játta 2,7 milliónir tilsamans til  fyrireiking og djúphugsan á dagstovnunum.

Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini sigur, at hetta er neyðugt, tí býráðið hevur mist tamarhald á økinum. Meirnýtslan er stór hvørt ár, og børnini fáa ikki somu tænastu og tað má broytast.

Hon hevur eisini sagt, at allar broytingar eru gjørdar í samráð við Pedagogfelagið og verandi leiðslur á stovnunum.

Men tað vísir Pedagogfelagið aftur og felagið sigur, at tey alla tíðina boðað býráðnum frá, at tey taka ikki undir við ætlanini.

– Hetta er ikki ein ætlan, sum Pedagogfelagið hevur haft møguleika at hava ávirkan á, men ein toppstýrd ætlan hjá Tórshavnar Kommunu, sigur Pedagogfelagið.

Pedagogfelagið hevur mælt kommununi til at byrja í hinum endanum, nevniliga við at seta fleiri starvsfólk á stovnunum og at geva leiðarunum á teimum einstøku stovnunum neyðugu umstøðurnar fyri at fáa økið at virka betur.

– Trupulleikin er ikki fíggjarstýringin hjá leiðarunum. Trupulleikin er, at játtanin til stovnarnar er ov lág til at tað ber til at varðveita eitt dygdargott virksemi, sigur Pedagogfelagið

Pedagogfelagið hevur mælt kommuni til at taka hava eina serstaka játtan til leiðslurnar á stovnunum.

– Í dag verða tímar tiknir frá børnunum fyri at fíggja leiðaran. Hetta kann ikki verða rætt tí tað merkir, at færri starvsfólk eru til børnini.

– Í einari so stórari bygnaðarbroyting, hevði tað sømt seg betur fyri kommununa at fylgt vanligum mannagongdum, og avtalunum, ið eru á økinum, sigur Pedagogfelagið.

Og tað, tey vísa á, er grein fimm í avtaluni um álitisfólk, har tað stendur, at álitisfólkið, ið er talsmaður limanna, hevur saman við leiðsluni ábyrgd av, at limirnir verða kunnaðir og tiknir við í ráðum um mál, ið viðvíkja arbeiðsplássinum.

– Starvsfólk, leiðslur, álitisfólk og Pedagogfelagið eru ikki hoyrd í hesum máli. Hesi hava ongan møguleika haft at ávirka tilgongdina fyrr enn avgerðin er tikin av umsitingini og býráðnum, staðfestir Pedagogfelagið.

– Føroya Pedagogfelag skal tí enn einaferð heita á Tórshavnar Kommunu um at steðga á við ætlanunum, og brúka peningin har sum tørvurin er, og har hann veruliga ger mun. Og tað er geva starvsfólkum meiri tíð til børnini.