Hetta rekur ungdómin av landinum

Tað er væl hugsandi, at um 40 ár verða tað bara gamlir menn í kolli eftir í Føroyum at brúka undirstjóvartunlarnar

– Sparingarnar á Fróðskaparsetrinum reka ung av landinum.

Tað sigur Ráðið hjá teimum lesandi á Setrinum í eini viðmerking í dag, nú KvF hevur borið tíðindini um, at stórar sparingar skulu setast í verk á Fróðskaparsetrinum. Fyri at fáa játtanina at halda, skal Setrið nevniliga spara sjey milliónir, og avleiðingin av tí er at ongin verður tikin inn at lesa búskaparfrøði í summar og løgfrøðiútbúgvingin verður ikki ókeypis longur.

 

At ongin lesandi verða tikin upp til búskaparfrøði, er beinleiðis at biðja tey ungu um at flyta av landinum komandi summar, sigur Ráðið hjá teimum lesandi. Umframt sparingarnar omanfyri fara tær eisini at raka valfak hjá lesandi, starvslæra verður skerd, minni lestrarvegleiðing, kt-hjálp og starvssetanir. 

Tey siga, at búskaparfrøði er tann útbúgvingin har miðalaldurin er lægstur og flokkarnir eru stórir, so ber ikki til at fáa útbúgvingina í Føroyum, fara tey sjálvsagt av landinum at fáa sær hana.

– Tað er ongin av okkum, sum kann siga tey ring fyri tað, tí vit kunnu ikki vænta, at ung fólk, sum vilja lesa búskaparfrøði, fara at skifta kós til at verða  timburmenn ella maskinmeistarar, siga tey.

Tey staðfesta, at ein annar kostur í stendur teimum ungu í at velja, er at lesa løgfrøði ókeypis uttanlands ella at gjalda fyri tað í Føroyum. Hetta er valið, sum samgongan gevur teimum ungu. Tey flestu ungu hava sínar fíggjarligu raðfestingar í lagi og flyta uttanlands. 

 

Tey siga, at samstundis er vandi fyri at vit máa støðið undan okkara norðurlendsku útbúgvingarskipan, vælferðarsamfelagi og hugsjónini um útbúgving, sum vanliga tryggjar, at øll hava rætt at nema sær útbúgving ókeypis og harvið skapa eitt javnari samfelag. 

Tey vísa á, at samstundis kunnu vit koyra skjótari ímillum Havnina og restina av Føroyum í. milliarda-tunli. Men tað er neyvan hugsanin, at tað bara skulu vera gamlir menn í kolli eftir í Føroyum um 40 ár at brúka tunlarnar. Men tey halda, at tað er væl hugsandi, tá tey, sum eru ung í dag, eru flutt.

 

Tey í Ráðnum hjá teimum lesandi siga, at tað er sjálvsagt, at hetta fer at minka um fakliga støðið á Setrinum, eins og tað fer at minka um tænastuna, sum Setrið veitir til lesandi. Hetta eru tænastur sum eisini eru við til at halda lesandi til, tá tey hava hug at fella frá. 

Avvarðandi myndugleikin, sum er Mentamálaráðið, má taka støðuna í størsta álvara. Besta loysnin er, at Mentamálaráðið biður Løgtingið um eina eykajáttan upp á sjey milliónir fyri at sleppa undan sparingum á Setrinum. 

– Tað hevur ovurstóran týdning, at Setrið ikki verður spart. Hetta er ein sera álvarsom støða, sigur Ráðið hjá teimum lesandi.