Hetta økið í landinum er minst koppsett

Í Suðuroy eru tey raskast at lata seg koppseta

Tað er ymiskt, hvussu nógv fólk í teimum ymisku økjunum kring landið eru koppsett.

 

Yvirlit hjá Heilsumálaráðnum vísir, at umleið 65 prosent av teimum, sum eru 16 ár ella eldri, eru liðugt koppsett.

 

Suðuroy og Suðurstreymoy eru tey bæði økini, har lutvíst flest fólk eru koppsett. Av teimum vaksnu eru 71 prosent í Suðuroy og 70 prosent í Suðurstreymoy liðugt koppsett.

 

Norðoyggjar eru tað økið, har lutvíst fæst fólk hava latið seg koppsett. 59 prosent av teimum vaksnu eru liðugt koppsett.

 

Niðanfyri sæst ein talva hjá Heilsumálaráðnum yvir koppseting í teimum ymisku økjunum. Uppgerðin varð gjørt 25. juli.

 

##med2##

 

(Kelda Heilsumálaráðið, talva gjørd 25. juli 2021)