Nógvar smáar fyritøkur kring landi hava ikki ráð til at starvsfólk verða sjúkrameldað, tí verða starvsfólk hjá teimum rakt av sjúku, eru tey í vanda fyri at fara av knóranum.
Tað staðfesta tey í Javnaðarflokkinum og tí hava tey nú lagt upskot fyri Løgtingið um at bjarga teimum.
Tey siga, at her er talan um fyritøkur, sum hava starvsfólk ið hava rætt til at løn undir sjúku.
Tí hevur Javnaðarflokkurin nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at hesar fyritøkurnar skulu fáa tað, tey rinda í løn til starvsfólk, sum eru sjúk, endurgoldið úr landskassanum.
Tey halda, at hetta kann bæði bjarga fleiri smáum fyritøkum, umframt at tað kann tryggja, at starvsfólki varðveitir lønina ímeðan tey eru sjúk.
Aðrar smáar fyritøkur, sum hava fólk í starvi, ið ikki hava rætt til løn undir sjúku, rinda fyri fyrsta og annan sjúkradag hjá starvsfólkunum men síðani tekur dagpeningaskipanin hjá Almannaverkinum, yvir.
– Tí er stórur munur á, hvussu stórar fíggjarligar avleiðingar standast av, at eitt starvsfólk verður rakt av sjúku, siga tey í Javnaðarflokkinum.
Tey viðurkenna, at tað kann vera ein fíggjarligur smeitur fyri smáar fyritøkur, at starvsfólk verða sjúkrameldað.
– Men vit vilja undir ongum umstøðum taka rættin til at fáa løn undir sjúku, frá teimum, siga tey.
Tí vilja tey hava eina skipan, har landskassin ger eina afturberingarskipan til smáar fyritøkur, har fólkið hevur rætt til løn undir sjúku.
– Hvørki arbeiðsgevarar, ella løntakarar eiga at stúra fyri, at sjúka rakar og tekur grundarlagið undan virkseminum, leggja tey afturat.
Tí vóna tey, at samgongan tekur undir við uppskotinum, so at vit, sum skjótast, fáa eina afturberingarskipan til smáu fyritøkurnar, siga tey.
Men tey siga ikki, hvat tey meina við eina smáa fyritøku. Hinvegin vilja tey hava Løgtingið at samtykkja, at fáa landsstýrið til at seta markið fyri, nær talan er um eina smáa fyritøku, sum eigur at fáa lønina endurgoldnað, sum tær rinda til starvsfólk, sum eru sjúkrameldað.