Vit fara upp á tað kraftigasta at mæla frá, at hetta verður sett í verk. Tað sigur Róa Midjord, forkvinna í Sinnisbata, nú samgongan ætlar at skerja veitingarnar til tey, sum eru í tillagaðum starvi. Tillaga størv er tað, sum fyrr nevndist vard størv.
– Hetta er rætt og slætt ikki tað rætta staðið at spara pengar, sigur hon í eini almennari fráboðan í dag.
Hon vísir á, at talan er um eina sparing upp á 1,5 milliónir krónur, men hon sigur, at avleiðingarnar fyri tey, sum eru í skipanina, eru stórar.
Hon sigur, at hetta er eitt mál, Tað er eingin loyna, at uppskotið fyllir nógv hjá Sinnisbata og hjá limunum í felagnum, sum eru í tillagaðum starvi, og hjá teirra avvarðandi.
Sinnisbati er felagið hjá fólki við sálarligum sjúkum og teirr avvarðandi og tey siga, at ætlanin hjá samgonguni kunnu fáa sera stórar avleiðingar, ikki bara fíggjarliga, men eisini menniskjasliga.
– Tað at kunna vakna um morgunin og føla, at tú gert mun fyri samfelagið og kann geva eitt íkast til samfelagið við at fara til arbeiðis, hevur alstóran týdning – eisini um tað bara er nakrar tímar um dagin.
– Sannleikin er, at var hendan skipanin ikki, høvdu fleiri av hesum fólkunum verið fyritíðarpensionistar. Men at fáa møguleikan at virka á arbeiðsmarknaðinum, hóast skerdar arbeiðsførleikar, er nakað, sum gevur innihald í lívinum, og tað er ringt at seta krónur og oyrir á, hvussu nógv, tað er vert, heldur hon.
– Tað er ringt at hugsa sær, hvussu stórar avleiðingar hesi broytingarnar kunnu hava við sær, men tað er ikki ringt at hugsa sær, at tað fer at kosta landskassanum, og samfelagnum, munandi meira í hinum endanum.
Hon sigur, at fólk, sum eru í tillagaðum starvi hava ikki fyri neyðigini at brúka aðrar almennar skipanir, har summar av teimum kostar munandi meira, uttan at ikki geva líka stóra lívsgóðsku, sum tað gevur at tey kunnu vera eitt ískoyti til at fáa samfelagshjólini at mala.
– Sinnisbati vónar, og heitir á Landsstýriskvinnan í Almannamálum og løgtingslimir, bæði í samgongu og anstøðu, um at taka frámæli okkara um ikki at samtykjja uppskotið, í størsta álvara, sigur Róa Midjord.











