Tá ið føroyska fótbóltslandsliðið í kvøld klokkan 18 fer á vøllin í Marbella at spæla vinardyst ímóti Liktinstein, verður 23 ára gamli HB spælarin Tróndur Jensen millum teir fyrstu ellivu. Hetta verður fyrsta ferðin, at Tróndur fer at spæla á a-landsliðnum.
At spæla á landsliðum er ikki ókent hjá honum, tí sambært faroesoccer hevur Tróndur spælt fýra ferðir á U-21 landsliðnum, tríggjar ferðir á U-19 landsliðnum og fýra ferðir á U-17 landsliðnum. Í øllum førum hevur talan verið um EM undankappingardystir.
Føroyar spældu fyrsta altjóða skrásetta landsdystin í 1988 – vinardystur í Íslandi. Í kvøld er dystur nummar 169 á skránni.
Tróndur Jensen er spælari nummar 150, sum í hesi 28 árini síðani 1988 hevur umboðað Føroyar á a-landsliðnum.
- Vit skulu finna eina nýggja samanseting á miðvøllinum, nú tá Fróði Benjaminsen ikki er tøkur longur. Hetta er møguleikin hjá okkum at royna ein nýggjan miðvøll, og finna ein avloysara fyri Fróða Benjaminsen, sigur Lars Olsen í samrøðu við Trónd Arge, ítróttarredaktør í Miðlahúsinum, sum er í Marbella.
Tróndur Jensen hevði inntil fyri stuttum ikki roknað við, at hann í kvøld skal spæla á landsliðnum fyri fyrstu ferð:
- Sigi akkurát sum er, so havi eg als ikki hugsað um a-landsliðið. Eftir fyrsta umfar í landskappingini hoyrdi eg, at Lars Olsen hevði hugt eftir mær, so aftaná tað fóru sjálvandi onkrir tankar í gongd, sigur Tróndur Jensen, og hann heldur fram:
-Hetta er púra nýtt. Sjálvt um eg havi verið á øllum ungdómslandsliðunum, haldi eg ikki, at hetta kann samanberast við tað, tí at hetta er jú teir bestu fótbóltsspælararnir í landinum, sigur Tróndur Jensen, sum fekk landsliðsboð, tá ið Róaldur Jakobsen úr B36 gav avboð.
Føroyska liðið ímóti Liktinstein klokkan 18 í kvøld:
Gunnar Nielsen – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Gilli Sørensen – Hallur Hansson, Tróndur Jensen – Sølvi Vatnhamar, Brandur H. Olsen, Kaj Leo í Bartalsstovu – Jóan Símun Edmundsson.










