? At almanna- og heilsuskúlin brádliga er fluttur til Suðuroyar, avdúkar, hvussu lítið skil er í.
Tað heldur Joan Ziskason, forkvinna í Sjúkrasystrafelag Føroya.
Eisini hon varð tikin á bóli, tá ið Torbjørn Jacobsem, óvæntað kunngjørdi, at hann hevði gjørt av, at flyta almanna og heilsuskúlan úr Havn, og suður á Tvøroyri.
Hon sigur, at tað er ørkymlandi, tá ið politiski myndugleikin arbeiðir á hendan hátt, og hon heldur, at hetta vísir, hvussu lítið skil er í.
?Skuldi tað hent, at tað aftur kemur ein nýggjur landsstýrismaður í skúlamálum, kunnu vit so vænta, at skúlin verður fluttur einaferð afturat.
?Soleiðis ber ikki til at arbeiða, heldur Joan Ziskason.
Nógvar spurningar
Joan Ziskason sigur, at avgerðin um at flyta skúlan, reisir nógvar spurningar, sum hon væntar at Sjúkrasystrafelagið vil hava greiði á.
Sjúkrasystrafelagið hevur ikki viðgjørt støðuna.
Men hon væntar, at felagið fer uttan iva at umrøða málið og hon væntar eisini at tey fara at royna at fáa fund við landsstýrismannin fyri at vita, hvat hann ætlar.
Men hon vísir á, at tað er ikki vist, at Sjúkrasystrafelagið fer at góðtaka tað uttan víðari, at skúlin veðrur fluttur.
? Vit hava brúkt tíð uppá at samráðast við fíggjarmálastýrið um lønarviðurskiftini hjá teimum, sum skulu manna leiðsluna í nýggja skúlanum.
? Avgjørt varð, at sjúkrasystraskúlin og og almanna og heilsuskúlin skuldi leggjast saman. Og skúlarnir skuldu vera í Havn.
? Søkt hevur verið eftir skúlastjóra, umframt einum deildarleiðara til sjúkrasystraskúlan og einum til almanna- og heilsuskúlan.
Men Joan Ziskason sigur, at tey hava gjørt avtalu um starvsviðurskiftini hjá hesum fólkum útfrá teirri fortreyt, at skúlin skuldi vera í Havn.
?Men nú hann er fluttur, er tað ein spurningur, um vit ikki hava gjørt avtaluna útfrá skeivum fortreytum, tí tað er munur á, at arbeiða í Havn og at arbeiða á Tvøroyri.
?Eitt nú er tað ein spurningur um fakliga grundarlagið er í lagi á Tvøroyri, sigur hon.
Hon vísir m.a. til, at sjúkrasystraskúlin er í Havn og har er bókasavnið, útgerðin og tøknin til skúlan.
? Skal skúlin leggjast á Tvøroyri mugu tey viðurskiftini koma í rættlag.
Hon sigur, at hon sat sjálvt í nevndini, sum gjørdi tilmæli um, hvar skúlin skuldi vera.
? Vit kannaðu málið rættiliga gjølla, men tað varð ongin ivi um, at skúlin skuldi vera í Havn, tí har var tað rætta umhvørvi til hann og har verður raksturin bíligari, sigur Joan Ziskason.
Hon heldur eisini, at tað skúlin fer at liggja óhøgliga fyri á Tvøroyri, tí talan er um tilkomið fólk, sum gongur á hann og tað kann verða trupult hjá teimum at flyta til Suðuroyar á skúlan.