Hetta er úrslitið av at Johan Dahl ikki varð settur upp á pláss

Annika Olsen hevur bara tikið sær sama rætt, sum Johan Dahl slapp at taka sær, sigur Jenis av Rana

Tað er ikki yvir at dylja, at samgongan er í kreppu. Tað viðurkennur Jenis av Rana, landsstýrismaður fyri Miðflokkin, og formaður floksins. Kreppan tók seg upp í gjár, tá ið Løgtingið samtykti uppskotið at geva samkyndum foreldrum sama rætt, sum onnur foreldur. Málið varð samtykt tí at Johan Dahl úr Sambandsflokkinum, og Annika Olsen úr Fólkaflokkinum, atkvøddu fyri tí, saman við andstøðuni.

 

Annars hevur samgongan bundið seg til ikki at atkvøða fyri uppskotum, sum samgongan ikki er samd um. Og hesum málinum um rættindi til samkynd foreldur, er eitt mál, nógv tey flestu í samgonguni eru ósamd um, men hesa avtaluna settu Johan Dahl og Annika Olsen, til viks. tey gjørdu bæði greitt, at tey fóru at atkvøða eftir sínari sannføring og ikki eftir eini avtalu í samgonguskjalinum.

 

Johan Dahl hevur áður atkvøtt saman við andstøðuni, og saman við andstøðuni í samband við rættindi hjá samkyndum.  Og Jenis av Rana ivast ikki á, at tá ið Annika Olsen nú eisini atkvøddi fyri rættindunum til samkynd foreldur, er tað ein beinleiðis avleiðing av, at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og formaður í Sambandsflokkinum, ikki hevur sett Johan Dahl upp á pláss.

 

Jenis av Rana sigur, at hann virðir, at Annika Olsen hevur tað sjónarmiðið hon hevur. Men hann ivast heldur ikki í, at hon hevur hugsað, at tá ið Johan Dahl sleppur væl frá at seta avtaluna í samgonguni til viks, kann hon eisini gera tað og tískil atkvøddi hon eftir síni sannføring – men ímóti samgonguni.

 

– Tá ið løgmaður læt Johan Dahl sleppa at hóreiggja sær sum hann vildi, var ikki annað væntandi, enn at onkur í Fólkaflokkinum eisini fór at tilskila sær sama rætt, leggur hann afturat.