Hetta er tað ringasta eg havi vitað

Magni Arge hevur ongantíð vitað so vánalig floglíkindi síðani hann varð stjóri í Atlantsflogi

- Hetta er tað ringasta, eg havi vitað.

Tað sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi.

Tað hann sipar til, eru floglíkindini seinastu dagarnar.

Tað er ikki óvanligt, at ólag kemur í flúgvingina í tveir, tríggjar dagar av tí at mjørki er í Vágum.

- Men í ár er støðan nógv øðrvísi. Vit hava havt at kalla áhaldandi mjørka í tríggjar vikur. Tað lættir inn ímillum, men vit hava ikki meiri enn fingið flogferðsluna í rættlag, so herjar mjørkin á aftur, sigur hann.

Hann staðfestir, at hetta setir Atlantsflog í sera torførar støður.

Eitt er, at felagið alla tíðina má meta um, antin flogfør og manning eru tøk til at flúgva.

Eitt, sum ger seg galdandi í hesum føri eru krøvini um hvíld hjá flogskiparum 

- So má eisini metast um, antin tað yvirhøvur ber til at lenda.

- Men atlit mugu eisini takast til, hvagar tað ber til at fara við flogførum og ferðafólki, ber tað ikki til at lenda í Vágum.

Eitt skifti hesa tíðina hevur ikki bara verið mjørki í Vágum, tí flogferðslan hevur eisini verið tarnað í Bergen og í Stavanger. Eisini slíkar støður mugu vit hava í huga, tá ið brennievni skal fyllast á flúgvaran og støða skal takast til flúgvingina.

Samstundis skal støða takast til, hvar tað ber til at hýsa ferðafólki hesa tíðina, tey eru strandað.

Alt hetta er nógv lættari sagt enn gjørt, tí bæði gistingarhús og flogvøllir royna altíð at 

Kapasitetin.

- So tá ið vit koma malandi annanhvønn dag av tí at tað ikki er flúgvandi upp á Føroyar, kann tað vera torført at finna flogvøllir og gistingarhús og onkuntíð hevur tað ikki borið til at finna gistin í Íslandi, ella Noregi og tískil hava vit verið noydd at fara aftur til Keypmannahavnar. 

- Og fyri fyrstu ferð, er tað nú eisini hent, at sjálvt flogvøllurin í Kastrup hevur boðað frá, at tey hava ikki manning til at avgreiða okkara flogfør um náttina 

Magni Arge sigur, at høvdu tey ikki havt nýggju flogførini, loftbussarnar, hevði støðan verið nógvar ferðir verri, tí teir kunnu lenda í nógv tættari mjørka enn gomlu flogførini