Hetta er stór skomm og óhugnaligt

Onkur má koma við eini frágreiðing og eini umbering

- Eg haldi, at onkur má koma við eini frágreiðing, og eini umbering.

 

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, spyr nú, sum ST ætlar at máa støðið undan føroyska fólkaræðinum.

 

Hann er alt annað enn fegin um, at ST nevndin fyri rættindindum hjá kvinnum nú mælir til at vit seta fría fosturtøku í gildi í Føroyum.

 

Tað hendir, nú Føroyar enn einaferð hava verið til tað, tey kalla próvtøku hjá ST nevndini fyri kvinnurættindini, um, hvussu javnstøðan er í Føroyum

 

- Eg havi hildið, at tað ljóðað ógvuliga løgið, at Føroyar javnan skulu ganga til “próvtøku” hjá ST í sambandi við javnstøðu, sigur Jógvan á Lakjuni.

 

- Og eg havi eisini havt mistanka um, at hetta er ikki av tí góða, leggur hann afturat

 

Og eftir nýggjasta tilmæli frá ST, hevur hann hug at spyrja, um endamálið á ein ella annan hátt er at máa støðið undan tí føroyska fólkaræðinum.

 

Hann viðgongur, at hann hevur ikki lisið alt tilmælið.

Men bara við at lesa fráboðanina í fjølmiðlunum í morgun, sæst, at hendan ST-nevndin ikki so frægt sum veit av, at Føroyar hava egnan lóggávumyndugleika, og at hon ikki veit av, at í Føroyum verður eingin lóg sett í gildi, uttan at okkara egna lóggávuting, Føroya Løgting, hevur samtykt hana!

 

- Hetta vísir bara, hvussu langt við síðuna av henda sokallaða “próvtøkan” má vera!

 

Nevndin skjýtur nevniliga upp, at Danmark  skal umhugsa at endurskoða síni sjónarmið um galdandi fosturtøkulóggávu í Føroyum, tí fosturtøkulóggávan í Føroyum ikki er tann sama sum í Danmark og Grønlandi.

 

- Hetta er stór skomm og óhugnaligt! Ein nevnd undir sjálvum Sameindu Tjóðum mælir til, at eitt lóggávuting í einum øðrum landi skal lóggeva í Føroyum! Hvat er hetta fyri nakað, spyr løgtingsformaðurin.

 

Hann er eisini fortørnaður um, at ST mælir til, at  vit í Føroyum fáa somu fosturtøkulóg sum tey hava í Danmark og í Grønlandi.

 

- Í Grønlandi er støðan so syndarlig á hesum økinum, at har eru líka nógvar fosturtøkur sum nýføðingar. Og í Danmark er tað so galið, at umframt øll tey 15000 fostrini, sum árliga verða týnd í móðurlívi, eru tey nú farin so langt sum at velja tey allar veikastu frá, fostur við down-syndromi verða næstan øll dripin, sigur Jógvan á Lakjuni.

 

- Tað er ein óreinskapur uttan líka, staðfestir hann

 

- Er tað hetta, tey vilja hava Danmark at fáa okkum at gjøgnumføra í Føroyum? Eg haldi, at onkur má koma við einari frágreiðing og einari umbering, sigur løgtingsformaðurin.

 

- Í ST-frágreiðingini síggi eg eisini, at hetta ógreiða og óunniliga hugtakið “gender mainstreaming” verður nýtt, og at nevndin mælir til at geva lgbt-fólkum full rættindi. Hon mælir eisini til, at vit royna at broyta siðbundnar fatanir av leiklutinum hjá kvinnum og monnum í samfelagnum.

Tað, hann hugsar um, tá ið hann nevnir ein bólk av fólkum, hann kallar Lgbt fólk,  eru samkynd, tvíkyng og transkynd.

 

– Hetta ljóðar ófrættakent, sigur løgtingsformaðurin.

 

- Og haraftrat koma tey við einari ódemokratiskari áheitan á okkum um at umhugsa at fáa eina kvotuskipan í lag fyri at fleiri kvinnur upp í politikk!

 

Jógvan á Lakjuni reisir eisini spurningin um tilmælini eru nakað, sum tey sjálv finna uppá í ST, ella um hesar áheitanirnar koma úr Føroyum.

 

Les eisini: Vit skulu hava fría fosturtøku í Føroyum

 

- Eg vóni ikki, at tað er so galið, at tá ið mann sær, at tað ikki ber til at fáa sínar hugsjónir ígjøgnum í løgtinginum, ja, so fer mann til ST at forklaga, sigur Jógvan á Lakjuni.