Føroyski laksurin er á markinum til at doyggja út, og verður hann tað, er hann farin í allar ævir.
Men tað er ein møguleiki eftir at bjarga honum og tískil hevur Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, í skundi biðið Fíggjarnevndina um at játta seks milliíonir krónur til bjargingararbeiðið.
Tað er Bakkafrost sum eigur teir síðstu føroysku laksarnar og Poul Michelsen hevur tosað við tey, og Fiskaaling, um at bjarga teimum.
Og landsstýrismaðurin sigur, at tað er neyðugt er fara undir arbeiðið beinanvegin, tí annars verða seinastu fiskarnir slaktaðir og serføroyski laksurin fer fyri bakka.
Teir seinastu, serføroysku laksarnir ganga á einum fyribils aliøki á Skálafirði. Talan er um umleið 15.000 fiskar og tað hevur skund at fáa føroyska laksin av sjónum.
– Bakkafrost hevur kunnað um, at felagið ikki longur metir tað vera forsvarligt at hava fiskin á sjónum, og verður eingin avgerð tikin um at bjarga føroyska laksinum, verður hann slaktaður hesar næstu vikurnar, upplýsir landsstýrismaðurin fyri Fíggjarnevndini.
Føroyski laksurin verður skjótt kynsbúgvin, og tá missur hann søluvirðið, og hendir, verður talan um eitt mett tap á einar fimm ella seks milliónir krónur.
Upprunaliga var ætlanin at Fiskaaling og Bakkafrost fóru undir bjargingararbeiðið í felag, men seinni er gjørt av, at tað verður Fiskaaling einsamalt, sum tekur sær av fyrsta parti av verkætlanini
Eisini fara Fiskaaling og Bakkafrost undir at avtala treytirnar og møguligt endurgjald fyri, at Fiskaaling kann gagnnýta føroysku laksarnar, sum eru ogn hjá Bakkafrost.
Poul Michelsen sigur, at í heyst má politiska skipanin hava eina greiða støðu til, um framtíðar rognaframleiðsla undan føroyska laksinum skal vera á almennum ella privatum hondum, ella í einum samstarvi ímillum tað almenna og tað privata.