Meðan KÍ leitar eftir nýggjum venjara hevur bold.dk skrivað, at lønin hjá Magne Hoseth er 900.000,- krónur um árið.
Bold.dk sigur seg vita, at tað er næst minsta árslønin í Superliguni. Bara Per Fransen, venjari hjá Hvidovre” fær minni í løn í Superliguni.
Magne Hoseth avloysir Freyr Alexandersson, sum skifti til belgiskan fótbólti. Bold.dk sigur seg eisini vita, at 900.000,- krónur um árið er sama lønin, sum Freyr Alexandersson fekk, áðrenn Magne Hoseth avloysti hann. Tipsblaðið visti at siga, at Lyngby keypti Magne Hoseth leysan úr KÍ fyri 400.000,- krónur.
Fyrsti dysturin hjá Magne Hoseth sum venjara hjá Lyngby verður 21. januar, tá Lyngby spælir venjingardyst móti Hillerød. Tað er í júst Hillerød, at Adrian Justinussen og Andrass Johansen royndarvenja.