Tað er at fegnast um, at samgongan varðveitir meirilutan, tí eg haldi, at hetta er tann fyrsta veljarakanningin, sum vísir tað. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. Og hann heldur, at hetta er eitt úrslit av teimum málum, samgongan hevur avgreitt.
Bárður á Steig Nielsen er eisini formaður í Sambandsflokkinum og hann ásannar eisini, at fyri Sambandsflokkin er veljarakanningin lítið hugaligur lestur og úrslitið er langt frá nøktandi, sigur hann
Hósdagin varð nevniliga ein spillfesk veljarakanning hjá Sosialinum almannakunngjørd og hon vísir, at var løgtingsval í dag, hevði Sambandsflokkurin verið tann heilt stóri taparin. Sambandsflokkurin missir nevniliga 2,3 prosentsstig og endar á 18 prosentum, sum gevur flokkinum seks tingfólk, sum er ein minni enn í nú. Úrslitið er søguliga vánaligt fyri Sambandsflokkin, tí so lítil hevur undirtøkan ongantíð verið fyri Sambandsflokkinum øll tey 115 árini, flokkurin hevur havt sæti á tingi, skrivðu vit í fyrradagin tá ið veljarkanningin varð almenn.
Bárður á Steig Nielsen heldur, at hetta er eitt greitt tekin um, at tað eru mótpólarnir í føroyskum politikki, sum fáa undirtøku frá veljarunum. Her hugsar hann um mótpólarnir høgra og vinstra, ella Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin.
– Tað er heilt týðiligt, at tað eru hesi báðir mótpólarnir, í báðum endum, sum vinna, leggur hann afturat. Hinvegin heldur hann, at tað sær út til at miðjan í føroyskum politikki, dettur niður ímillum. Tað sær eisini út til, at hinir báðir mótpólarnir, ímillum loysing og samband, ella Tjóðveldi og Sambandsflokkin, detta niður ímillum.
– Tað er ikki her, stríðið í føroyskum politikki, stendur í hesum døgum, ásannar Bárður á Steig Nielsen. Tað tykist sum um at veljarin hevur gloymt, hvussu stóran týdning, tann ríkisrættarliga støðan hevur, og tað kann fáa álvarsligar avleiðingar, heldur hann fyri.
Bárður á Steig Nielsen varð eisini spurdur um málið um ætlaða hernaðar-radaran á Sornfelli ikki kundi verið eitt sjálvsagt mál hjá Tjóðveldi og Sambandsflokkinum at gera sær dælt av fyri at seta kikaran á spurningin um loysing ella samband. Søguliga hevur tað nevniliga víst seg, at nettupp hernaðarmál hevur styrkt flokkarnar, sum grundleggjandi hava hvør sína fatan av ríkisfelagsskapinum.
– Eg veit ikki um vit skulu gera okkum dælt av einum máli, sum hesum, sigur løgmaður, men eftir mínum tykki eru vit í eini serstakliga góðari støðu tí vit eru í einum ríkisfelagsskapi sum vit alla tíðina royna at menna fyri at fáa viðurskiftini ímillum Føroyar og Danmark so góð sum gjørligt, og so at føroyingar til fulnar fáa gagnnýtt teir møguleikar, sum eru í ríkisfelagsskapinum.
– Men eisini tað er ein spurningur sum sær út til at vera fullkomiliga gloymdur í hesi veljarakanningini, heldur hann.
Hann sigur, at sjálvur radarin er ikki bara ein spurningur ímillum Føroyar og Danmark, tí tað er eitt nógv størri mál enn tað. Tað er ein spurningum um, hvørja støðu, vit hava til vesturheimin og Nato og tí heldur hann, at tað er skeivt at redusera tað til ein spurning um ríkisfelagsskapin.
Formaðurin í Sambandsflokkinum heldur, at Sambandsflokkurin fær ikki nóg góða viðurkenning frá veljarunum fyri tey framstig, sum eru gjørd. Hugsa vit um vinstra-høgra ásin í føroyskum politikki, liggur Sambandsflokkurin í miðjuni, sigur hann, og tískil hann bæði eitt boð upp á, hvussu vit útvega inntøkur til at fíggja vælferðina við, og vit hava eisini eitt sosialt hjarta fyri teimum, sum hava brúk fyri tí.
– Vit hava sett viðgerðartrygd á dagsskránna, pensjónirnar eru hækkaðar og vit hava bygt bústaðir, fyri at nevna nøkur dømi.
– Men tað sær út til, at tað eru mótpólarnir á vinstra høgra, sum draga veljarar til sín og tað er ein spurningur, vit í Sambandsflokkinum mugu taka upp, og gera meiri meiri burtur úr at greiða veljaranum frá okkara politikki, sigur Bárður á Steig Nielsen.










