- Hetta er undarligt og tað er ikki nøktandi fyru sjúklingar. Tað heldur Sirið Stenberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi. Tað, hon sipar til, er ætlanin hjá Karsten Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum, at samskipa viðgerðina í urologi á øll tey trý sjúkrahúsini. Hetta er ein skipan, sum skal byggjast upp rundan um ein ráðgevandi lækna, sum kemur úr Danmark til Føroyar í nakrar vikur um árið.
Les eisini: Johan skal fáa tey trý sjúkrahúsini at samstarva
Men serlækni í urologi er longu í føstum starvi á Suðuroyar Sjúkrahúsi og tí vilja Sirið Stenberg og Kristin Michelsen nú hava landsstýrismannin at greiða frá, hví hann heldur, at tað er ein góð skipan, hann hevur sett í verk.
Les eisini: Ein ljót gerð ímóti Klaksvíkar Sjúkrahúsi
- Tað er undarligt at byggja skipan upp við urologi, upp um ein ráðvegandi serlækna, sum kemur uttaneftiur, tá ið urologur er í Føroyum í føstum starvi.
Les eisini: Kom sum snarljós av bláum himli
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Sirið Stenberg greiða frá, hví hon heldur, at hetta er at seta Suðuroyar Sjúkrahús út á eitt síðuspor og, hví hon stúrir fyri, at hetta fer at elva til longri bíðitíðir og manglandi uppfylging. |