- Hetta er ikki borgarligur politikkur

- Nei, hetta er ikki í tráð við tann politikk, sum eg gangi inn fyri. Men politiska skipanin hevur ikki hildið orð, og tí er einasta loysn at keypa aftur partabrøvini í Atlantsflog, sigur Rodmundur Nielsen

- Nei, hetta er ikki í tráð við tann politikk, sum eg gangi inn fyri. Men politiska skipanin hevur ikki hildið orð, og tí er einasta loysn at keypa aftur partabrøvini í Atlantsflog.

 

Tað sigur ein av heitu talsmonnunum fyri at lata privat røkja fleiri uppgávur fyri tað almenna, løgtingsmaðurin Rodmundur Nielsen.

 

Síðstu vikurnar hevur Rodmundur Nielsen eitt nú talað fyri at lata privat røkja siglingina millum Suðuroynna og Havnina fyri Strandferðsluna. Hann er harðliga ímóti at almenna partafelagið P/F Vága Floghavn sjálvt tekur til sín uppgávur, sum privat kunnu røkja.

 

- Tað privata eigur at sleppa framat, alla staðni har tað ber til, ljóðar sannføringin hjá Rodmundi Nielsen.

 

Í dag fer løgtingsmaðurin hjá Fólkaflokkinum at atkvøða fyri júst tí øvugta.

 

Hansara flokkur tekur undir við at tað almenna keypir aftur privata triðingin av Atlantsflog, sum tá verður eitt alment felag burturav.


Les eisini: Í dag verður Atlantsflog nationaliserað

 

- Eg eri keddur um tað, sum fer fram ídag. Eg trúgvi, at vit um nøkur ár fara hinvegin aftur og einskilja Atlantsflog, sigur Rodmundur Nielsen.

 

Løgtingsmaðurin fyri Fólkaflokkin sigur seg duga at síggja andsøgnina í, at ein breið, borgarlig samgonga tekur eitt tílíkt stig, sum lagt verður fyri tingið ídag.

 

Rodmundur Nielsen sigur seg kunna staðfesta, at hóast borgarliga samgongan telir 20 løgtingslimir, so er ikki meiriluti fyri at halda fram við at einskilja Atlantsflog.

 

- Men fyri tí um vit taka hetta stigið við Atlantsflog, so haldi eg framvegis at vit eiga at halda fram við at útveita uppgávur til privat, sigur Rodmundur Nielsen.

 

Hoyr samrøðu við Rodmund Nielsen við at trýsta á pílin undir myndini.