Tað eru heili 17 prosent av føroyingum, sum siga, at tey ongantíð, ella næstan ongantíð, fáa nokk av svøvni, og sostattt ikki eru úthvíld, tá ið tey vakna um morgunin.
Tað vísir ein kanning, Fólkaheilsuráðið gjørdi í 2019, og sum nú er almannakunngjørd. Ein sama slag kanning var gjørd í 2015 og úrslitið er, at støðan er munandi versnað hesi seinastu árini, tí í 2015 vóru tað níggju prosent, sum søgdu, at tey ongantíð, ella næstan ongantíð, fingu nokk av svøvni.
Men tað er serliga eitt, sum stjelur náttarsvøvnin frá fólki og tað eru skíggjarnir, ella sjónvarp, telda og fartelefon. Av teimum, sum ikki fáa nokk av svøvni, siga nevniliga heili 45 proent, at tað er tí at tey fara ov seint í song, tí tey hyggja í sjónvarp, ella eru á telduni ella fartelefonini.
Tað stendur heldur frægari til hjá kvinnunum, tí 41 prosent av kvinnunum siga, at hetta er orsøkin til, at tey ikki fáa nokk av svøvni. Hinvegin sigur næstan helvtin av monnunum, sum ikki fáa ov nógvan svøvn, ella 49,5 prosentum, siga, at tað tí, at teir ikki klára at sløkkja skíggjan um kvøldið.
Eyðvita eru tað serliga tey ungu, sum hanga uppi yvir skíggjanum so langt út á kvøldið, at tey ikki fáa nokk av svøvni Millum tey, ið eru 18-24 ár siga heili 75,7 prosent av monnunum og 64,8 prosent av kvinnunum, at skýggiin er orsøkin til at tey fara ov seint í song.
Prosentparturin fellur við aldrinum, men hóast alt eru tað eisini 37 prosent av monnunum og 29 prosent av kvinnunum í aldrinum 45 – 55, sum ikki fara í song í ordiligari tíð, av tí at tey fáa ikki sløkt skíggjan.
##med2##
Talvan vísir, hvussu nógv av teimum, sum ikki fáa nokk av svøvni, geva skíggjanum skyldina. Tey siga nevniliga, at tey fara ov seint í song, tí tey hyggja eftir onkrum í sjónvarpi, á teldu, ella í fartelefon.
Tað sæst eisini, at í nógv mestan mum eru tað tey ungu, sum ikki leggja skíggjan telduna, ella fartelefonina, frá sær um kvøldarnar, men so minkar tað vil aldrinum