Tíðindaskriv
Vit skulu ikki so heilt langt aftur í søguna, eisini her í Føroyum, fyri at finna dømi um, at ?harrafólkið? helt seg eiga heilt serlig rættindi hjá kvinnum, sum arbeiddu og tæntu hjá teimum. Komu hesar illa fyri og gjørdust við barn, vóru tað mangan tær, sum vórðu sektaðar, og ikki teir, sum brotsverkið framdu.
Frá tingsins røðarapalli hoyrast enn í dag patriarkalsk sjónarmið, sum vilja lasta kvinnurørsluni fyri líkt og ólíkt, júst tí vit hava stríðst fyri javnstøðu millum menn og kvinnur. Um patriarkalskir menn halda, at hjúnarlagnum bert er lív laga, um vit ikki hava javnstøðu, ja, so eru tað teir, ið hava ein trupulleika. Tíbetur eiga vit eisini røddir á tingi, ið tala at slíkum avoldaðum sjónarmiðum.
Kvinnur eru sjálvstøðug menniskju og ikki ogn hjá monnum.
Harðskapur er so nógv. Vit hava júst havt eitt avlagað orðaskifti um skrásett parlag. Várharra og bíblian vórðu nýtt sum amboð fyri at vísa, hvør hevði rættin á síni síðu.
Nú eri eg ikki serliga skriftkøn, men haldi meg minnast at Várharra segði, at ALT, sum hann hevði skapt var sera gott. Hann nevndi eingi undantøk; hvørki kvinnur ella samkynd. At samkynd ikki sleppa at liva sum tey eru skapt, og hava somu rættartrygd sum onnur, meti eg eisini sum harðskað.
So er tað prostitutión, sum jú eisini er harðskapur móti kvinnum
Í ovirmorgin verður triðja ráðstevnan hjá Norðurlandaráðnum um Trafficking in Women sett í Riga. Trafficking in Women er rætt og slætt søla av kvinnum (og børnum) til at nøkta avskeplaðan erotikk hjá ávísum monnum.
Fyrsta ráðstevnan var hildin í Tallin. Eg var boðin við sum limur av NOKS, sum er samstarvsfelag av norðurlendskum kvinnufeløgum undir Norðurlandaráðnum.
Orsøkin til at hava hesar ráðstevnur í teimum baltisku londunum er, at meðan tað áður serliga vóru kvinnur úr Asiu, sum vóru seldar á skøkjumarknaðinum, vísir tað seg í dag, at tað eru kvinnur úr Ruslandi og Baltisku londunum.
Eisini í Tallin blómaði henda vinnan. Tað fyrsta tú sást í taksabilunum vóru faldarir við sex-tilboðum av øllum sløgum. Har komu ferðaløg við norðurlendskum monnum júst í hesum ørindum, og vit fingu fortalt, at AIDS breiddi seg sum hundaland, tí teir norðurlendsku mennirnir vildu hava sex uttan hýt. Altso var tað við lívinum í veð.
Ringt var at fáa innivist fyri øllum luttakarunum til ráðstevnuna. Tá hotellini frættu, hvat slag av ráðstevnu hetta snúgi seg um, noktaðu tey at hýsa slíkum fólkum, tí tey sjálvi livdu av at hava skøkjur og erotiskan dans á hotellunum.
Vit skulu bara ikki halda at tað er so óhugsandi, at slíkt eisini kemur at floyma inn yvir Føroyar, um vit eitt nú fáa eina oljuvinnu. Tað kann eisini koma nógv fyrr, um vit einki gera.
Í Íslandi hava tey nú í fleiri ár sagt frá tí erotiska dansinum, sum hevur stungið seg upp har. Soleiðis byrjaði tað har. Úrslitið er at Ísland í dag hevur hópin av skøkjuhúsum; talið økist í heilum.
Vit krevja tí at tann erotiski dansurin, sum er sloppin framat í Føroyum, hóast hann er ólógligur, verður steðgaður og tað beinan vegin.
Vit mugu eisini lóggeva, sum tey nú hava gjørt í Svøríki í tílíkum málum:
Keyp av sex-tænastum er ólógligt, og er tað keyparin av sex-tænastum, sum verður sektaður. Líka mikið um hetta fer fram heima ella í øðrum landi.
Eg las í einum norðurlendskum dagblaði eftir ráðstevnuna, at ein norðurlendskur embætismaður, sum luttók á ráðstevnuni, var tikin við buksunum niðri - um eg so má siga - í einum skøkjuhúsi í Tallin. Hann var suspenderaður við brestin; tí tað var uppsagnargrund haðani hann kom.
Vit mugu krevja, at lóggávan í Føroyum eisini kemur at umfata prostitutión.
Tí prostitutión er harðskapur móti kvinnum.