– Vit fara ikki at samráðast í fjølmiðlunum. Men vit hava sent samgonguni ein lista við 18 ynskjum, sum vit vilja hava við í eitt nýtt samonguskjal.
Tað siga teir báðir tinglimirnir fyri Miðflokkin, nú teir fara undir samráðingar við Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn um at skipa eina nýggja samgongu.
Les eisini: Nú er Miðflokkurin klárur at samráðast um nýggja samgongu
Bill Justinussen sigur, at Miðflokkurin sigur, at tey málini, tey hava lagt fram, eru at meta sum eitt samráðingarupplegg, og nú skulu so tingingar vera um tað, og so síggja vit, hvussu langt tað røkkur.
Men hann sigur, at hann er væl nøgdur við mátan, samgongan hevur tikið ímóti ynskjunum frá Miðflokkinum og tað gevur vónir um, at tað kann bera á mál.
Les eisini: Miðflokkurin: Her eru tey 18 punktini
Nøkur mál á listanum eru av tí slagnum, ið vanliga verða nevnd etisk mál, Eitt nú vil flokkurin hava fólkaatkvøðu um samkynd skulu kunna giftast, og flokkurin hevur áður sett tað sum krav, at tað skal standa í stjórnarskipanini, at fosturtøka og deyðshjálp skulu verða bannað, Ella sum teir orða tað: Øll hava rætt til lív frá gitnaði til nátúrligt andlát.
Stjórnarskipanin er so ongan veg komin enn. Men hjúnabandslógin er broytt og innast inni eru miðfloksmenninir greiðir yir, at har vendst ikki aftur.
Men miðflokkurin hevur eisini havt ta praktisku støðu til ein samgongu, at tað, sum er farið, er farið, men at nú ræður tað um at forða fyri, at fleiri stig verða tikin á etiska økinum.
– Tað er væl tað, sum er tað avgerandi í øllum, sigur Jenis a Rana nú upp undir samráðingarnar um eina nýggja samgongu.
Miðflokkurin og verandi samgonga, hava tosað saman um vikuskiftið og Bill Justinussen sigur, at teir snávingarsteinar, sum hava verið, hava ikki verið størri enn so, enn at tað kundi borið til at vunnið á teimum.
Men hann ásannar, at tað verður krevjandi av Miðflokkinum at fara upp í eina samgongu, sum hevur ført ein politikk, sum er so fjart frá kjarnuvirðunum hjá Miðflokkinum. Men hinvegin heldur hann eisini, at Miðflokkurin er til fyri at taka ábyrgd og tað eigur flokkurin eisini at gera.