Hetta er at vanvirða Føroya størsta løgmann

Og tað vilja býráðslimir fyri Javnaðarflokkin í Havn, hava býráðið at gera nakað við

 

Hetta er ein vanvirðing ímóti okkara mætasta og størsta løgmanni. Tað heldur Tróndur Sigurðsson, býráðslimur í Havn fyri Javnaðaflokkin,

Hann hugsar um økið við Løgmannabreyt, Karlamagnusarbreyt, og har um vegir, har vegirnir hava fingið navn eftir løgmonnum.

Men gøtan, sum er uppkalla eftir Atla Dam er ein lítil vegur, sum bindur Løgmannabreyt og Karlamagnusarbreyt saman.

Men tað er ikki eitt tað einasta hús á Atlagøtu, og sostatt tað heldur ikki eitt tað einasta menniskja, sum hevur bústað á Atlagøtu.

Tróndur Sigurðsson heldur at hetta er ein vanvirðing ímóti Atla Dam og hann sigur, at hetta er ein sannroynd, sum hevur plágað hann í fleiri ár. Og nú ætlar hann sær av álvara at taka málið upp í býráðnum.

Hann heldur, at Atli Dam hevur uppiborið eina størri viðurkennung enn tað. Og hann heldur, at tað hevði klætt Føroyum at Atli Dam fær eina virðiliga gøtu nevndan eftir sær, heldur enn ein einkisigandi veg.

 

##med2##

Ein annars býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, Bjørghild Djurhuus, er púra samd í hesum. Eisini hon heldur, at tað er vanvirðiligt, at Atli Dam ikki hevur annað enn ein sambindingarveg, har eingin býr, nevndan eftir sær.

Hon sigur, at hon hevur skotið upp, at Karlamagnusarbreyt fær navnið Atlagøta. Hon heldur, at tað hevði verið virðiligari at kalla Atla Dam upp, heldur enn ein rómverskan keisara, men tað fekk hon ikki undirtøku fyri.

Men hon sigur, at munnliga hevur hon fingið at vita úr býráðnum, at Atli Dam skal fáa ein ordiliga veg nevndan eftir sær í næstu, stóru útstykkingini uppi í Hoyvík og har um vegir.

Bogi Andreasen heldur ikki, at virðið á eini gøtu skal vigast eftir, hvussu nógv fólk býr har, tí ein gøta, har eingin býr, kann hava líka stóran týdning, sum ein gøta, har fólk býr.