Hetlendingar til Føroya at rógva

Í samband við stevnuna, sum verður í Suðuroy um vikuskiftið er eitt ferðalag av hetlendingum í Føroyum. Tey hava kappróðrarbátar við sær og ein av bátunum er gamal kenningur á vánni í Klaksvík

Klaksvík:
Hetlendingarnir koma til Klaksvíkar mikukvøldið um sjey tíðina, har tey skula verða inntil vikuskiftið.
Ætlanin hjá hetlendingunum er, at fáa eitt samband í lag við Klaksvíkar Róðrarfelag, soleiðis at tað kanska fer at verða møguligt hjá feløgunum báðum at vitja hvørt annað av og á.
Hetlendingarnir fara fyrst út at eta og hava boðið umboðum fyri Klaksvíkar Róðrarfelag við. Orsøkin til, at hetlendingarnir fyrst koma til Klaksvíkar er, at tíggjumannafarið, sum tey hava við sær, er tann gamli Klaksvíkingur, sum tey keyptu frá Klaksvíkar Róðrarfelag, tá tann nýggi Klaksvíkingurin varð bílagdur.
Sosialurin frættir, at ætlanin er, at hetlendingarnir og limir úr Klaksvíkar Róðrarfelag fara at rógva kapp til stuttleika á vánni í Klaksvík hósdagin. Tá fáa fólk í Klaksvík so høvi til at síggja gamla Klaksvíking rógva í móti nýggja Klaksvíkingi. Kvinnur fara eisini at rógva kapp hendan dagin, og verður tað væntandi við seksmannaførum.