Hesum vil Sambandsflokkurin virka fyri

Nú valstríðið stendur fyri framman vil eg við nøkrum fáum orðum ynskja øllum veljarum eitt gott val og í stuttum greiða frá politikki Sambandsfloksins.

Kaj Leo Johannesen
Sambandsflokkurin
????
Vit í Sambandsflokkinum vóna, at okkara politiska stevnuskrá og okkara konstruktiva arbeiði í farna valskeiði fer at endurvinna okkum sessin á fólkatingi, har vit eisini framyvir ætla at arbeiða álitisfult, og við framtíðini í huga.
Vit í Sambandsflokkinum ætla okkum ikki at seta spurningar, sum vit kenna svarið á frammanundan, og vit ætla ikki at verða tey, sum rópa harðast. Haraftur-ímóti fer umboð Sambandsfloksins at grundgeva fyri okkara sjónarmiðum, soleiðis at vit fyri hvønn dag menna okkara sterka felagsskap.
Vit kunnu lova, at vit Føroya fólks vegna fara at reka ein politikk, ið leggur stóran dent á at varðveita ein sterkan ríkisfelagsskap, har trúvirði og tað at halda gjørdar avtalur eru í hásæti.
Tað er í hesum døgum av størsta týdningi at okkara rødd verður hoyrd, tí fyri framman standa stórar avbjóðingar. Til hetta fólkatingsvalið fer okkara dagsskrá at snúgva seg um tríggjar fyritreytir fyri einari sunnari menning av Før-oyum.

?Ríkisfelagsskapurin skal varðveitast og mennast, tí saman standa vit sterkari.
?Vinnulívið skal hava betri marknaðaratgongd úti í Evropa, tí hetta gevur arbeiðspláss her heima.
?Gransking og nýhugsan skulu raðfestast í fremstu røð, tí hesi skapa framburð og nýggjar vinnumøguleikar.

Sambandsflokkurin fer altíð at verja tína vælferð.