(Landsliðsfótbóltur) Bara ein spælari á landsliðnum hjá Kasakstan spælir uttanfyri heimligu kappingina. Tað er ilt at kennast við nøkur av teimum 23 nøvnunum, sum venjarin, Miroslav Beránek, hevur úttikið
Tjekkiski landsliðsvenjari hjá Kasakstan hevur úttikið 23 mans, sum skulu spæla móti Føroyum 6. septembur í Astana í Kasakstan. Bara ein av spælarunum spælir uttan fyri Kasakstan. Talen er um Konstantin Engel, sum fyrr hevur umboðað týska Energie Cottbus. Hann er í løtuni í samráðingum við lið í 3. Bundesliguni.
Tað er ilt at meta um styrkina hjá Kasakstan. Shakhter Karaganda, sum er kasakstanskur meistari, vann í farnu viku 2-0 á skotska Celtic í undankappingini til Champions League bólkaspælið. Her er tó vert at leggja merki til, at fleiri spælarar hjá teimum koma úrøðrum londum. Meistaraliðið hevur fýra spælarar á landsliðnum.
Føroyar hava tvær ferðir fyrr spælt móti Kasakstan. Í 2003 vóru teir í Føroyum og spældu tveir venjingardystir. Føroyar vunnu báðar ávíkavist 3-2 og 2-1. Jákup á Borg, John Petersen og Heðin á Lakjuni skutu málini í fyrra dysytinum, meðan Andrew av Fløtum og Julian Johnson skoraðu málini í seinna dystinum.
Heimliga kappingin í Kasakstan er í løtuni nummar 34 á UEFA styrkilistanum fyri landskappingar, meðan Ísland er at finna á 37. plássi, meðan Føroyar eru nummar 51 av 53 heimligum kappingum.
Liðið hjá Kasakstan er:
Málverjar:
Andrei Sidelnikov, (Aktobe)
Alexander Mokin (Shakhter Karaganda)
Anton Tsirin (Zhetisu Shymkent)
Samat Otarbayev (Ordabasy Shymkent)
Verjuspælarar:
Kairat Nurdauletov (Astana)
Andrew Poryvaev (Shakhter Karaganda)
Yuri Logvinenko (Aktobe)
Alexey Muldarov (Aktobe)
Victor Dimitrenko (Astana)
Mark Gurman (Kairat Almaty )
Alexander Kislitsyn (Kairat Almaty)
Konstantin Engel (Fyrr Energie Cottbus)
Miðvallarar:
Nurbol Zhumaskaliyev (Tobol Kostanai)
Maxat Bayzhanov (Shakhter Karaganda)
Marat Khayrullin (Aktobe)
Valery Korobkin (Astana)
Dmitry Shomko (Irtysh Pavlodar)
Andrei Karpovich (Ordabasy Shymkent)
Anatoly Bogdanov ( Tobol Kostanai)
Framherjar:
Thanatos Nuserbaev (Astana)
Andrew Finonchenko (Shakhter Karaganda)
Sergey Hizhnichenko (Shakhter Karaganda)
Sergei Ostapenko (Astana)
Alexey Shchetkin (Atyrau)
Igor Jurin (Irtysh Pavlodar)