– Tað havi eg ógvuliga lítlar vónir um at undirtøka verður fyri at fara undir rutusigling ímillum Suðuroy og Skotlands, akkurat sum Strandferðslan gjørdi fyrr.
Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum. Herfyri lótu kommunurnar í Suðuroy landsstýrinum eitt felags tilmæli um, hvussu gongdin í Suðuroy kann vendast og eitt av tilmælinum var nettupp at fara undir rutusigling aftur ímillum Suðuroy og Skotland
Hendan rutan hevði stóran týdning fyri vinnulívið í Suðuroynni, bæði í samband við útflutning av fiskavørum, og í samband við innflutning av handilsvørum, siga kommunurnar. Siglingin til Skotlands var eisini ein nógv brúkt leið hjá føroyskum ferðafólki, sum valdu Stóra Bretland sum ferðamál.
Og fyri ferðavinnuna í Suðuroynni, og í Føroyum sum heild, hevði ferðafólkasigling ímillum Skotland og Føroyar verða eitt týðandi frambrot, sum hevði ført við sær nýggjar møguleikar fyri at menna ferðavinnuna í Suðuroynni, og í Føroyum, annars, leggja kommunurnar afturat.
Eisini stjórin í Strandferðsluni hevur hugsað tankan. Hann vísir á, at hendur okkurt við Smyrli, so at hann má takast úr sigling, er Suðuroyggin illa farin, tí tað er einki skip at seta í sigling, og so er ferðasambandið kvett.
Les meiri um tað her: Suðuroyarsiglingin: Vit mugu hugsa stórt
Men Henrik Old væntar, at tað verður ómetaliga torført at fáa politiska undirtøku fyri eini slíkari rutu
Honum sjálvum dámar tankan væl, tí eftir hansara tykki var tað ein frálík ruta, Strandferðslan hevði ímillum Suðuroy og Skotlands á sinni. Og hann heldur eisini, at fyri Suðuroynna hevði ein slík ruta verið eitt veldugt íkast.
– Tað er merkisvert at vit ikki hava tættari ferðafólkasamband við Skotlands, leggur hann afturat.
Men hann vísir á, at tað eru privat áhugamál, sum hava samband til Skotlands, bæði við farmasigling, umframt at Atlantsflog flygur hagar einar tvær ferðir um vikuna. Tí hevur hann lítlar og ongar vónir um at undirtøka verður at tað almenna eisini fer undir eitt slíkt samband.