Hesir takkaðu fyri seg í dag

Premier League verður nú uttan Sir Alex Ferguson, Paul Scholes, Jamie Carragher og Michael Owen. Teir hava allir boðað frá, at dysturin í dag var tann seinasti.

 

Sir Alex Ferguson stóð á odda fyri Manchester United fyri 1.500. og seinastu ferð í dag. Hann hevur boðað frá, at hann gevst sum venjari, men verður at finna í øðrum leikluti í felagnum.

 

Fyrstu ferð Sir Alex stóð á odda fyri Manchester United var í novembur 1986. Tá tapti Manchester United 2-0 fyri Oxford. Nógv er broytt síðani tá og við millum annað 13 meistaraheitum og tveimum Champions League steypum kundi Sir Alex í dag takka fyri seg í undirhaldandi 5-5 javnleikinum móti West Bromwich Albion.

 

Paul Scholes hevur verið ein partur av Manchester United síðani hann sum smádrongur kom til felagið. Í dag spældi 38 ára gamli miðvallarin fyri seinastu ferð sum yrkisfótbóltsspælari. Hann bleiv innskiftur í 5-5 javnleikinum móti WBA. Hann náddi at spæla 717 dystir fyri Manchester United.

 

Á Anfield spældi Jamie Carragher fyri seinastu ferð. Hann hevur bara umboðað Liverpool í yrkisleiðini. Hann náddi at spæla 737 dystir fyri Liverpool. Stríðsmaðurin í verjuni verður í næstum at síggja saman við millum annað Gary Neville og Jamie Redknapp sum viðmerkjari á sjónvarpsrásini Sky Sports.

 

Eisini Michael Owen, sum hevur spælt við bæði Liverpool og Manchester United, takkaði fyri seg í dag. Hann spældi við Liverpool frá 1996 til 2004 og hevur síðani spælt við Real Madrid, Newcastle, Manchester United og nú Stoke. Samanlagt spældi hann 482 dystir og skoraði 222 mál.

 

Umframt teir, so hevur David Beckham eisini spælt sín seinsta dyst sum yrkisfótbóltsspælari. Hann setti eisini sín dám á Premier League, tá hann spældi við Manchester United fram til 2003.

 

Sir Alex Ferguson, Paul Scholes, Jamie Carragher og Michael Owen hava allir sett sín dám á Premier League, men nú fyri seinastu ferð í teimum leiklutinum sum vit kenna teir frá.