Í donsku tónleikasendingini Toppen af Poppen hittast kendir tónleikarar á einum hotelli fyri at tulka sangir hjá teimum luttakandi tónleikarunum. Tað verður skipað í fleiri kvøld, har ein tónleikari er í andglettinum hvørt kvøld.
Høvuðspersónurin fyri kvøldið situr við borðendan, meðan hinir tónleikararnir framføra hvør sín sang hjá høvuðspersóninum, sum tey hava valt at tulka. Nógvir av hesum sangunum hava fingið nýtt lív og hava veruliga givið bæði tónaskaldinum og lurtarum gásarhold.
Í dag hevur TV2 avdúkað, at Teitur verður millum luttakararnar í komandi sesong av Toppen af Poppen. Tá fáa Josephine, Don't Want You To Wake Up og Louis Louis kanska eina endurføðing - hvør veit? Tað verður spennandi at síggja, hvussu Kwamie Liv, Chief 1, Anders Blichfeldt og hini fara at tulka sangirnar hjá Teiti.
In.fo hevur savnað nakrar av teimum størstu og bestu tulkingunum í Toppen af Poppen saman. Niðan fyri ber til at síggja videoupptøkurnar av sangunum.
Mads Langer tulkar “Overgir mig langsomt” hjá Sanne Salomonsen í 2012
https://www.youtube.com/watch?v=XnCYP8rGUqY
Ida Corr tulkar "Når Jeg Bliver Gammel" hjá Gnags í 2016
https://www.youtube.com/watch?v=9NaYjR9kWRs
Barbara Moleko tulkar “Indianer” hjá Anne Dorte Michelsen” í 2014
https://www.youtube.com/watch?v=NKzK-d5NVYE
Lars Lilholt tulkar ‘Prototypical’ hjá Alphabeat (Stine Bramsen) í 2015
https://www.youtube.com/watch?v=gY9dpCOkYdw
Fallulah tulkar Transparent and Glasslike hjá Carpark North í 2016
https://www.youtube.com/watch?v=56FIZUZ4Wro
Jokeren tulkar “Elsker dig for evigt” hjá Lars H.U.G í 2010