Hesir hava verið teir bestu í Premier League

Premier League: Nú er greitt hvørjir spælarar eru í uppskotið til ársins spælara

Kappingarárið í Premier League er komið at enda, og nú er greitt hvørjir spælarar, venjarar og ungir spælarar eru í uppskotið til heiðurin sum tann besti í júst farna kappingarári.

Liverpool vann meistaraheitið við 99 stigum og hevur tríggjar spælarar á listanum. Teir eru Trent Alexander-Arnold, Jordan Henderson og Sadio Mané. Ein av favorittunum er Kevin De Bruyne úr Manchester City, sum saman við Danny Ings (Southampton), Nick Pope (Burnley) og Jamie Vardy (Leicester City) eisini eru í uppskoti til ársins spælarar.

Trent Alexander-Arnold (Liverpool) er eisini í uppskoti til ársins ungi spælari. Av hinum eru tríggir úr Manchester United. Teir eru Mason Greenwood, Anthony Martial og Marcus Rashford. Tveir eru úr Chelsea, Mason Mount og Christian Pulisic, og teir seinastu er málverjin Dean Henderson (Sheffield United) og miðvallarin Jack Grealish (Aston Villa).

Fýra venjarar eru í uppskoti til ársins venjari. Teir eru Jurgen Klopp (Liverpool), Frank Lampard (Chelsea), Brendan Rodgers (Leicester City) og Chris Wilder (Sheffield United).