Hesir eru ovast á listanum hjá Van Gaal

Enskir miðlar halda seg vita listan yvir teir leikararnir, ið Louis Van Gaal vil hava til Manchester United.

Louis Van Gaal gjørdist í gjár nýggjur Manchester United venjari. Sáttmálin millum Louis Van Gaal og Manchester United er galdandi fyri trý tey næstu kappingarárini.

 

Og tað er eingin loyna, at Manchester United er eitt av feløgunum, ið kemur at vera aktivt, tá flytingarvindeyga í summar letur upp aftur.

 

Sum skilst hevur Louis Van Gaal fingið £200 milliónir pund at keypa fyri, ið svarar til 1,8 milliard danskar krónur.

 

Og enskir miðlar halda seg eisini vita, hvørjir leikarar, ið standa ovast á ynskilistanum hjá Louis Van Gaal.

 

Mats Hummels: 25 ára gamal verjuleikari, ið spælir fyri Dortmund. Manchester United skal hava nýggjar miðverjar, tí at fyrrverandi makkaraparið Nemanja Vidic og Rio Ferdinand eru givnir í felagnum. Tí er Mats Hummels eitt gott boð.

 

Luke Shaw: Sum skilst er hesin handilin so gott sum uppá pláss. Manchester United fer at gjalda £27 milliónir pund fyri Luke Shaw, um handilin gongur ígjøgnum.

 

Toni Kroos: Sambært bretskum miðlum, hevði Toni Kroos avtalað við David Moyes at hann skifti til Manchester United í summar. Og Louis Van Gaal er frammanundan stórur fjeppari av Bayern Munchen miðvallaranum.

 

Umframt teir tríggjar, ið eru omanfyri nevndir, er ein rúgva av øðrum leikarum eisini settir í samband við eitt skifti til Manchester United. Millum annað kann nevnast Bayern Munchen áleyparin, Mario Mandzukic.