Hesin skal venja Newcastle

Newcastle hevur sett navn á mannin, sum skal venja felagið restina av hesum kappingarárinum

Fyrr í hesum mánaðinum gjørdist greitt, at Newcastle skuldi hava nýggjan venjara. Fyrrverandi venjarin, Alan Pardew, skifti venjarastarvið í Newcastle út við tað hjá Crystal Palace.

 

Síðani tá hevur hjálparvenjarin hjá Alan Pardew í Newcastle, John Carver, staðið á odda fyri liðnum. Og nú er greitt, at John Carver verður høvuðsvenjari í Newcastle fram til summarsteðgin.

 

John Carver hevur higartil staðið á odda fyri Newcastle í fýra dystum. Tríggir av teimum eru taptir, meðan Newcastle tann eina dystin hevur spælt javnt.