Tað verður profilur í føroyskum ítrótti, sum skal seta ólavsøku í ár.
Jon Hestoy er ættaður av Tvøroyri og er kendur sum svimjari og leiðari innan svimjing – hann hevur eitt nú verið formaður í Sviimjisambandi Føroya. Hann hevur eisini luttikið í arbeiði hjá Ítróttarsambandi Føroya. Jon Hestoy er eisini stjóri fyri fyritøkuna Føroyaprent. Jon Hestoy hevur einaferð áður sett ólavsøku, tað var í 1995.
Setanin verður ólavsøkuaftan kl 14.00. Skrúðgonga við hornblásarum, ítróttarfólk, býráðslimum og reiðfólki gongur úr Tróndargøtu við Kommunuskúlan oman á Vaglið, har Jon Hestoy heldur røðu.