Hesin skal helst hjálpa B68

Fyrr í kvøld komu tíðindini um, at Páll H. Guðlaugsson gevst sum venjari hjá B68 umgangandi, hóast hann hevði sáttmála fyri restina av kappingarárinum.

 

Les eisini: Páll gevst í B68

 

Sum skilst, so er ein møguleiki, at Øssur Hansen verður knýttur at venjaratoyminum. Fyribils tekur Oddur Olsen við sum venjari, men tað er líkt til at fyrrverandi landsliðsspælarin og toftamaðurin, Øssur Hansen, verður aftur at síggja í leiklutinum sum venjari hjá B68.

 

Hann hevur verið venjari hjá barndómsfelagnum fyrr. Í 2012 og 2013.