Nógv bendir á, at Bruno Fernandes verður at síggja í Manchester United um heilt stutta tíð. 25 ára gamli miðvallarin var eisini settur í samband við Manchester United og Tottenham farna summar.
Bruno Fernandes spælir við portugisiska Sporting Lisbon. Altjóða miðlar vænta at prísurin kemur at liggja um góðar 500 milliónir krónur. Eisin verður tosað um, at argentinski miðverjin hjá Manchester United, Marcos Rojo, samstundis skiftir aftur til Sporting Lisbon, har United keypti hann frá í 2014.
Manchester United hevur avbjóðingar á miðjuni. Paul Pogba og Scott McTominay eru skaddir, meðan Nemanja Matic tykist vera í afturgongd. Bruno Fernandes hevur skorað 13 mál og lagt upp til 13 mál í bara 24 dystum í heusm kappingarárinum fyri Sportin Lisbon.