Fólk, sum fáa korona, ella aðrar virus-sjúkur, kunnu taka ymsan heilivág fyri at gera sjúkraleguna lættari.
Hjalti Gunnarstein, landsapotekari, sigur, at fólk ið hava mild sjúkutekin, kunnu linna tey við ymiskum heilivági, sum er at fáa í hondkeypi, og sostatt er ikki at fara til lækna at fáa heilivág.
Hesin heilivágurin kann linka sjukrateknini, men hann styttir ikki um sjúkraleguna, sigur landsapotekarin.
Korona, influensa og krím, og aðrar virussjúkur í andaleiðini, kunnu geva sjúkratekin sum tað, at fólk fáa ilt í hálsin, vøddapínu, høvuðpínu, turran hosta og fepur.
Fyri vødda- og høvuðpínu kanst tú royna at taka paracetamol, eitt nú Panodil ella Pinex. Mælt verður til at taka heilivág við paracetamol heldur enn at taka Ipren og Ibuprufen, ella annan heilivág av slagnum NSAID.
Hevur tú fepur, verður eisini mælt til at taka heilivág við paracetamol ístaðin fyri Ipren ella Ibuprufen, ella annan heilivág av slagnum NSAID.
– Hevur tú fepur, eigur tú at taka paracetamol við jøvnum millumbili, fyri at sleppa undan ampanum, sum er tengdur at broytingum í kropshitanum.
Men heilivágurin skal ikki takast longri enn neyðugt, tú skalt ikki taka meiri av honum enn hvat stendur á pakkanum.
– Tak ongantíð meira heilivág, enn mælt verður til, tí tað verður mett at vera nokk til eina sjúkralegu.
Pína í hálsinum kann í flestum førum eisini verða viðgjørd við heilivági, sum fæst í hondkeypi.
– Tú kanst royna pínulinnandi súgvitablettir sum t.d. Strepsils ella Zyx. Árinið kann tó væntast at vera áleið tað sama sum vanlig hálsbomm. Heilivágur fyri turran hosta hevur ofta sera avmarkaðan virkna, og verður tí ikki viðmældur.
Men annars eru hyggjuráðini at drekka nokk.
– Tað er týdningarmikið at minnast til at drekka ríkiligt, serliga tá ið tú hevur høgan fepur.
Fær tú trupulleikar við andadráttinum, ella at verður sjúkan serliga ring, eigur tú at ringja til lækna. Varar sjúkan leingi, er eisini best at ringja til lækna.
– Tað er av alstórum týdningi, at tú ikki møtir upp hjá læknanum, tí at tú kanst smitta onnur, og tí skalt tú ringja til læknan, sigur landsapotekarin.










