Tað vóru næmingar á íverksetarabreytini í Nám X, sum vunnu skúlakappingina um miðbýin í Havn. Tað upplýsir býráðið nú seinnapartin
Vinnararnir skjóta upp at byggja Pier Tórshavn, sum skal verða ein bátahavn við auditorium til fyrilestrar, høli til konsertir, kondittaríi, kaffistovu og øðrum hentleikum
Tað vóru tey fimm, Teitur Sigvardsen, Fríði Slættalíð, Petur S. Thomsen, Linda Fosaa og Inga Maria Hansen sum høvdu besta hugskotið, og fyri tað fingu tey 15.000 krónur í vinningi.
Ein dómsnevnd hevur seinastu vikurnar hugt ikki færri enn 79 uppskot ígjøgnum, sum øll komu inn til skúlakappingina.
Í grundgeving sínari sigur dómsnevndin millum annað soleiðis um vinnandi uppskotið: - Tit vísa sera gott hugflog og megna at síggja møguleikar at skapa lív í miðbýnum í eini størri heild. Uppskotið leggur upp til at gera ein bygning við auditorium til millum annað konsertir, kondittarí, barr, dansihøli og mat- og kaffistovu. Uppskotsstillararnir prógva skapandi evnir út yvir tað vanliga og duga sera væl at lýsa hugskotið við eini vakrari plansju, “flyers” og einum litføgrum modelli.
Víðari sigur dómsnevndin, at hon er sannførd um, at her kann verða talan um ein ella fleiri komandi arkitektar. Uppskotið er eisini sermerkt á tann hátt, at tað ikki ger seg inn á verandi støð í miðbýnum, men brýtur upp úr nýggjum við at byggja seg út á vánna.
Onnur virðisløn verður latin Rana Petersen, Karini R. Joensen, Unn Danielsen, Barbaru Saxov og Jónu Djurhuus, sum eisini eru frá Nám X í Havn. Næmingarnir skjóta upp at gera Handilskjarnan til tilhaldsstað fyri ung og at gera glastekju frá Steinatúni og oman til Tinghúsvøllin, sigur býráðið nú seinnapartin.
|










