Í dag varð avdúkað, hvør hevur vunnið árins Cavling heiðursløn. Stóri heiðurin fór til teir tríggjar journalistarnir frá Berlingske, sum dekkaðu skandalunasøguna um hvítvaskingina hjá Danske Bank.
Nøvnini á hesum trimum eru Eva Jung, Michael Lund og Simon Bendtsen.
Málið um Danske Bank hevur verið eitt tað mest umrødda málið í 2018 bæði í fjølmiðlunum og á mannamunni sum heild. Tað vóru heir trý niðanfyri nevndu tíðindafólk, sum byrjaðu at grava í málinum, sum seinni vísti tann veruleikan, at útlendskir kundar hava sent 1500 milliardir krónur gjøgnum estisku deildina hjá bankanum, uttan at Danske Bank gjørdi nakað við tað.
Eva Jung, Michael Lund og Simon Bendtsen hava arbeitt við málinum síðan 2017. Síðan avdúkingarnar eru fleiri oddafólk í Danske Bank farin úr starvi.
Fornemma Cavling heiðurslønin verður á hvørjum ári latin einum journalisti ella einum journalist-toymi, sum í serligan mun hevur víst initiativ og talent. Fyrsta Cavling heiðurslønin varð latin í 1944 og er upkallað eftir virðismetta danska journalistinum, Henrik Cavling.










