Árið, sum akkurát er farið aftur um bak, var rørsluár, har dentur varð lagdur á at fáa føroyingar at røra seg meir. Og árið, sum vit akkurát hava sett hol á, er kostár, har dentur skal leggjast á at fáa okkum at eta sunt.
Hetta er sett í verk tí tað verður ásannað, at broyttir drekki- og matarvanar -og tað, at fólk røra seg ov lítið- hevur elvt til, at nógv fólk í dag viga ov nógv.
- Drukkið verður nógv meira sodavatn, saft og djús, og harumframt verður etið meira feitt og søtmeti.
- Hetta hevur við sær bæði persónligar og samfelagsligar trupulleikar, sum verða mettir at vera millum teir heilt stóru heilsutrupulleikarnar í ríka partinum av heiminum, hevur Fólkaheilsuráðið áður sagt.
Og nú landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur lýst árið í ár verða kostár, er tað lagt upp í hendurnar á Fólkaheilsuráðnum at skipa fyri átøkum og tiltøkum, sum skal fáa okkum at seta grønt og groft á borðið ístaðin fyri søtt og feitt.
Og nú hevur Fólkaheilsuráðið so sett tríggjar kostfrøðingar, sum skulu skipa fyri átøkum og tiltøkum í kostárinum við tí endamáli at fáa okkum at eta sunnari.
Kostfrøðingarnir skulu finna uppá og fremja ymisk átøk, ið hava til endamáls at gera matvanarnar í Føroyum so heilsugóðar sum til ber, sigur Fólkaheilsuráðið.
Teir tríggir kostfrøðingarnir eru frá vinstru, Gyða í Gongini, Did Nicolajsen og Snorri Patursson.
Sambært lýsing frá Fólkaheilsuráðnum stutt fyri jól, er talan um hálvdagsstørv í eitt ár.