Hesi skulu endurskoða pensjónirnar hjá løgtingsfólkum

Løgtingsformaðurin hevur sett eina nevnd, ið skal endurskoða samsýningarnar hjá løgtingsfólki

Løgtingsformaðurin Páll á Reynatúgvu hevur mannað ein arbeiðsbólk við trimum fólkum, ið skulu endurskoða samsýningarnar hjá løgtingsfólki. Tað visti Dag&Vika at siga í kvøld.


Miðlahúsið hevur seinastu vikurnar varpað ljós á høgu pensjónirnar, ið løgtingsfólk fáa, meðan tað samstundis verður arbeitt við at gera munandi broytingar í pensjónsviðurskiftunum hjá restina av føroyingum. Nú er tó líkt til, at nakað eisini verður gjørt við løgtingsmannapensjónina.


Páll á Reynatúgvu hevur sett Jógvan Ámundsson, grannskoðari, Gunn Ellefsen, advokat, og Maria á Dul, HR-deildarleiðari hjá Betri P/F, at koma við einum tilmæli um samsýningarnar hjá løgtingsfólki.


Tilmælið skal eftir ætlan verða liðugt í vár.