Hesi kunnu vinna Sement í kvøld

 

Reinsaríið hevur seinastu tvey kvøldini verið karmur um undankappingarnar til finaluna í tónleikakappingini, Sement. Í kvøld verður stóra finalan hildin sama stað, og tað bleiv í gjárkvøldið greitt, hvørjir teir síðstu tríggir finalistarnir eru. 

Tey, ið skulu framføra í finaluni í kvøld, eru: SKALA, IMPARTIAL, REALITY, BYTES, FØGRUDYR, ANTON LILJEDAHL, MARIUS DC og SPEROL.

Tónleikakappingin er fyri bólkar og einstaklingar, har alt slag av tónleiki fær innivist. Har er einki aldursmark og tey luttakandi fáa ein pall og høvi til at framføra í 15 minuttir, har í minsta lagi tveir triðingar av framførsluni skal vera egið tilfar.

Áður hevur SEMENT sett gongd á yrkisleiðina hjá eitt nú Hamferð, Guðrun og Bartal, Konni Kass og JASMIN.

Dómarar eru Maria Guttesen, John Egholm og Hans Marius Ziska. Høvuðsvinningurin er 3 dagar í Studio Bloch við teknikkara.