Hesi hittast hjá kvinnunum

Tað er longu nú greitt, at KÍ og EBS/Skála ikki hittast í steypafinaluni.

Samstundis sum lutakast hevur verið um hvussu spælast skal í kappingini um Løgmanssteypið, so hevur í kvøld eisini verið lutakast um hvussu spælast skal í steypakappingini hjá kvinnum.


Tvey lið sleppa undan at spæla fyrsta umfar, og tað vísti seg at vera stórliðini KÍ og EBS/Skála, ið fara beinleiðis til hálvfinalurnar.


1. umfar:

B68 – HB

B36 – ÍF/Víkingur


Hálvfinalur:

EBS/Skála – KÍ

Vinnari 2 – Vinnari 1


Fyrsta umfar verður spælt 7. mei. Fyrru hálvfinalurnar eru 28. mei, meðan tær seinnu verða spældar 25. juni.


Les eisini: Hesi hittast í fjórðingsfinalunum