Loreen er annar persónur í søguni, ið sum sangari hevur vunnið Eurovision tvær ferðir. Johnny Logan hevði metið higartil. - Foto: Phil Noble/Reuters

Hesi hava vunnið Eurovision seinastu 10 árini

Næsta ár verður Eurovision kappingin hildin í Svøríki. Tað er greitt, eftir at Svøríki í gjárkvøldið vann kappingina fyri sjeyndu ferð.

 

Loreen er annar persónur í søguni, ið sum sangari hevur vunnið Eurovision tvær ferðir. Johnny Logan hevði metið higartil. - Foto: Phil Noble/Reuters

Fyri sjeyndu ferð í Eurovision-søguni vann Svøríki. Loreen fór við sigrinum við sanginum »Tattoo«.

Her eru vinnararnir seinastu 10 árini:

2023: Svøríki, Loreen, "Tattoo".

2022: Ukraina, Kalush Orchestra, "Stefania".

2021: Italia, Måneskin, "Zitti E Buoni".

2020: Eurovision avlýst vegna koronufarsóttina.

2019: Holland, Duncan Laurence, "Arcade".

2018: Ísrael, Netta, "Toy".

2017: Portugal, Salvador Sobral, "Amar Pelos Dois".

2016: Ukraina, Jamala, "1944".

2015: Svøríki, Måns Zelmerlöv, "Heroes".

2014: Eysturríki, Conchita Wurst, "Rise Like a Phoenix".

Kelda: eurovision.tv.

 

 

Loreen er annar persónur í søguni, ið sum sangari hevur vunnið Eurovision tvær ferðir. Johnny Logan hevði metið higartil. - Foto: Phil Noble/Reuters