Hesi hava vunnið EM í hondbólti

Spania vann í gjár EM í hondbólti hjá monnum eftir finalusigur yvir Svøríki. Her sæst, hvørji lond hava vunnið, síðani kappingin byrjaði í 1994

Spania vann í gjár EM í hondbólti hjá monnum eftir finalusigur yvir Svøríki.

 

Spania vann EM kappingina hjá monnum fyri fyrstu ferð við úrslitinum 29-23 á Svøríki.

 

Kappingin hevur verið hildin síðani 1994, tá Svøríki vann. Tvær ferðir hevur Danmark vunnið.

 

Her er listin við vinnarunum  síðani 1994:

 

* 2018: Spania

* 2016: Týskland

* 2014: Frankaríki

* 2012: Danmark

* 2010: Frankaríki

* 2008: Danmark

* 2006: Frankaríki

* 2004: Týskland

* 2002: Svøríki

* 2000: Svøríki

* 1998: Svøríki

* 1996: Russland

* 1994: Svøríki

 

Kelda: EHF

/ritzau/