Í ár hava Miðlahúsið og FSF gjørt av at samstarva um eitt risa gallatiltak í Norðurlandahúsinum, har ársinsleikarar hjá kvinnum og monnum verður avdúkað. Eisini ársins málverji, verjuleikari, miðvallari, framherji, stjørnuskot, venjari og dómari hjá kvinnum og monnum kosin.
FSF og Miðlahúsið hava sett sett eina nevnd, sum hevur útvalt trý nøvn til hvønn heiður. Síðani skulu allir liðskipararnir og venjararnir, umframt fjølmiðlarnir velja hvør skal fáa heiðurin sum ársins leikari og so víðari.
Nevndin hevur eisini valt eitt ársins lið, sum eisini verður kunngjørt á gallatiltakinum.
Nógvar meiningar
Tað er altíð torført at velja hvør hevur verið best í føroyskum fótbólti, tí vit hava ikki somu møguleikar sum aðrastaðni, har møguleiki er at síggja flestu dystirnar í sjónvarpinum hvørt vikuskiftið. Tað vil tað altíð verða ymiskt hvussu eyguni síggja – serliga í Føroyum.
Størst áhuga hevur helst heiðurin ársins leikari. Her eru fleiri umboðið hjá bæði kvinnum og monnum.
Hjá monnum eru teir tríggir útvaldu, Clayton Soares og Høgni Madsen, sum báðir spæla við ÍF, og HB miðvallarin Hallur Hansson, sum nú spælir við danska AaB.
Hjá kvinnum eru tað Rannvá B. Andreasen hjá KÍ, Heidi Sevdal hjá HB og Fríðrún Danielsen hjá Skála.
Afturvendandi tiltak
Meiningin við tiltakinum er, at tað skal verða afturvendandi og tí er tað gleðiligt at hoyra, at áhugin fyri gallatiltakinum higartil hevur verið stórur.
Vónandi kann fótbólturin í framtíðini fáa ein ordans endabrest hvørt ár við einum risa gallakvøldi.
trondur@sosialurin.fo
Tey útvaldu eru:
Kvinnur - Ársins (2012)
Málverji = Randi Wardum (KÍ) Bjarta Johansen (B36) Simona Heinesen (AB)
Verjuleikari = Malena Josephsen (KÍ) Rakul Johannesen (B36) Sára Samuelsen (HB)
Miðvallari = Fríðrún Danielsen (Skála) Sigrun Kalsoy Kristiansen (EB/Streymur) Lív Arge (HB)
Áleypari = Rannvá B. Andreasen (KÍ) Margit Magnusdóttir (B36) Heidi Sevdal (HB)
Stjørnuskot = Maria K. Thomsen (KÍ) Lív Arge (HB) Milja R. Simonsen (HB)
Spælari = Rannvá B. Andreasen (KÍ) Heidi Sevdal (HB) Fríðrún Danielsen (Skála)
Venjari = Alexandar Djordjevic (KÍ) Jacob Thomsen (B36) Allan Dybzak (HB)
Ársins dómari í kvinnudeildini = Elsa Andreasen, Dánjal M. Joensen, Pætur Albinus
--------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
Menn Ársins (2012)
Málverji = Jákup Mikkelsen (ÍF) Kristian Joensen (NSÍ) Hans Jørgensen (B68)
Verjuleikari = Bartal Eliasen (ÍF) Marni Djurhuus (EB/Streymur) Høgni Zachariasen (ÍF)
Miðvallari = Hallur Hansson (HB) Høgni Madsen (ÍF) Pætur Dam Jacobsen (EB/Streymur)
Áleypari = Clayton Soares (ÍF) Arnbjørn Hansen (EB/Streymur) Klæmint A. Olsen (NSÍ)
Stjørnuskot = Hallur Hansson (HB) Gilli Sørensen (TB) Páll Klettskarð (KÍ)
Spælari = Clayton Soares (ÍF) Hallur Hansson (HB) Høgni Madsen (ÍF)
Venjari = Kári Reynheim (NSÍ) Flemming Christensen (ÍF) Páll Guðlaugsson (KÍ)
Ársins dómari í Effodeildini = Dagfinn Forná, Petur Reinert, Lars Müller