Manchester United vil hava tríggjar spælarar, áðrenn flytingarvindeygað letur aftur. Talan er um tveir Everton spælarar, sum Daivd Moyes hevur verið venjari hjá fyrr, og ein baskiskan miðvallara.
Tað eru bara tveir dagar til flytingarvindeygað letur aftur, men tað hevur framvegis ikki eydnast David Moyes og Manchester United at styrkja um hópin. Ovast á ynskilistanum hevur sambært enskum fjølmiðlum verið miðvallarin hjá Barcelona, Cesc Fabregas. Tað skiftið verður av ongum. Nú eru nøvnini Ander Herrera, Marouane Fellaini og Leighton Baines.
Tí hevur Manchester United nú vent sær til Athletic Bilbao fyri at keypa 24 ára gamla Ander Herrera. Manchester United hevur sambært Mirror Football bjóðað upp á miðvallaran, men at boðið bleiv avvíst.
- Her er eitt boð upp á Ander Herrera, men vit eru ikki sinnaðir at samráðast um ein prís. Hetta felagið er øðrvísi. Her má ein spælari koma til okkum og siga frá, at hann ynskir at fara úr felagnum og so má hann gjalda ásetta keypsprísin í sáttmálanum, sigur Jose Urrutia, forseti í Athletic Bilbao.
Ásetti prísurin í sáttmálanum verður mettur at verða um 260 milliónir krónur. Mett verður, at Manchester United helst eru sinnaðir at gjalda ásetta prísin ella harum.
Hinir báðir spælararnir eru Marouane Fellaini og Leighton Baines, sum báðir spæla við Everton. Manchester United bjóðaði fyrstu ferð 240 milliónir fyri báðar, men Everton svaraði aftur, at tað kostaðu teir hvør. Nú hevur Manchester United so lagt nýtt boð inn upp á áleið 310 milliónir krónur fyri teir báðar.
Manchester United hevur saman við øðrum feløgunum eisini roynt eftir italska Daniele De Rossi, men AS Rome hevur avsannað, at felagið er sinnað at selja miðvallaran.
David Moyes sigur, at hann væntar, at Manchester United fær onkra tilgongd áðrenn flytingarvindeygað letur aftur mánakvøldið klokkan 23.