Hesa tíðina verða nógvir føroyingar tunglyntir

Besta viðgerðin fyri vetrartunglyndi er ljósviðgerð, sigur sálarfrøðingur

Vit vita, at vetrartunglyndi er afturvendandi: tað byrjar um heystið og endar um várið, og byrjar síðani aftur heystið eftir.

 


Á leið fimm til 10 prosent av dønum uppliva vetrartunglyndi, og alt bendir á, at tølini eru hægri í londunum norðanfyri Danmark – og harvið eisini í Føroyum.

 

 

 

– Myrkari og kaldari tað er, størri er kjansurin fyri, at kroppurin kennist tyngri, sigur Erling Fles, sálarfrøðingur

 

 

Tá vit hava tað torført sálarliga, og tað ávirkar gerandisdagin so mikið, at vit ikki fáa gjørt tey tingini, sum vit vanliga gera uttan hóvasták, so er talan um sálarligar líðingar, og best er tá at leita sær hjálp, heldur Erling Fles.

 

– Summi koma til sættis við tað, at tey eru troyttari hesa tíðina av árinum, men tey klára møguliga at passa arbeiði, hóast tey ikki hava orku til nógv annað. Onnur leita sær skjótari hjálp, tí tey ynskja ein betri gerandisdag enn hann, sum tey fáa, tá tey stríðast við vetrartunglyndi, sigur hann.

 

 

 

Besta viðgerðin fyri vetrartunglyndi er ljósviðgerð. Hon er lætt atkomulig, tí tú skalt bara sita undir eini sergjørdari lampu, sum lýsir á teg í eina løtu. Umframt ljósviðgerð kunnu sálarligar samrøður og viðtalur kombinerast við antidepressivum heilivági, um tørvur er á tí, greiðir Erling Fles frá

 

 

– Ljósviðgerð og kostur gera ikki, at depressivir tankar fara vekk, men ert tú væl fyri kroppsliga, so gongur skjótari og lættari at koma seg, sigur hann.

 

 

Hóast tað ikki er nógv dagsljós hesa tíðina av árinum, so er umráðandi at gangnnýta tað sum er, tí inni fært tú onki, greiðir hann frá, og leggur afturat, at tað altíð er gott at flyta seg og at vera virkin, tí hevur man tunglyndi, so er lættari at velja sofuna ella songina fram um at fara út, tí orkan ikki er til staðar. Tað er ein ringrás, greiðir hann frá.

 

 

Les meir um vetrartunglyndi í Vikuskiftis Sosialinum, sum er í sølubúðunum kring landið